Tað eru nógvir sum bjóða seg fram

Eyðun Klakstein heldur, at fleiri U-21 spælarar næsta ár fara at bjóða seg fram í kappingini um pláss á landsliðnum

Jóannes Hansen
4. november 2024 kl. 15:41

Tað var merkisvert, at tríggir U-21 spælarar fyrrapartin fingu landsliðsboð, tá ið Eyðun Klakstein fyrrapartin kunngjørdi, hvørjum spælarum hann hevur sent boð eftir at vera í ferðalagnum seinni í mánaðinum, tá ið landsliðið fer at spæla á útivølli ímóti Armenia og Norðurmakedonia.

Teir tríggir eru Ási P. Dam, Noah Mnenéy og Poul Kallsberg.

Felags fyri teir allir er, at teir vóru stuðulsspælarar á U-21 landsliðnum, og at teir nú eru ov gamlir at vera á U-21 landsliðnum.

Eyðun Klakstein er venjari hjá U-21 landsliðnum, og Atli Gregersen er hjálparvenjari. Teir hava harvið verið saman við teimum trimum tvey tvey seinastu árini.

-Tað verður ikki upp til okkum at gera av, hvørjir fara at manna landsliðið næstu árini, tí vit fara bara at hava ábyrgdina av dystunum ímóti Armenia og Norðurmakedonia, áðrenn nýggjur venjari verður settur, og vit fara at halda fram við U-21 landsliðnum. Men eg ivist ikki í, at fleiri aðrir spælarar enn hesir tríggir fara at vera við í kappingini um plássini á landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein.

Millum spælararnar, sum tvey tey seinastu árini hava verið eyðsýndir á U-21 landsliðnum, eru umframt teir tríggjar omanfyri nevndu Martin Agnarsson, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson og Áki D. Samuelsen, sum eisini tvey tey næstu árini hevur aldur at vera við á U-21 landsliðnum.