Tað eru menniskju á lívsleiðini, ið seta størri spor enn onnur. Aleksandra var ein av teimum.

Til minnis um Aleksandru av Skarði (1955-2024)

Wenche Andreasen
4 tímar síðan

Det er langt mellom venner

Mellom venner står mange bekjentskaper

og mye snakk.

Venner ligger som små lysende stuer

langt borte i fjellmørket.

Du kan ikke ta feil av dem.

Kolbein Falkeid

Ljósið er slóknað á Dalavegnum, og góða vinkonan er farin um sýn. Har fyrr var ljós, tyngir myrkur og sorg. Tað eru menniskju á lívsleiðini, ið seta størri spor enn onnur. Aleksandra var ein av teimum. Hon fjálgaði um og spreiddi ljós, har hon kom.

Heimið á Dalavegnum var ofta opið til stuttleika og gaman, og eisini tá sorgarboð vóru og borðreiðast skuldi til erv og minningarhald. Aleksandra dugdi væl at hugna um í øllum lívsins viðurskiftum. Lyndið var lætt, og hon hevði tætt samband við bæði familju, vinir og grannar.

Hóast sjúkan tyngdi meir og meir í gerandisdegnum var altíð gott at koma á gátt. Enn bar til at tosa um lívsins mongu viðurskifti, gráta, flenna og hugna sær saman. Lívsgleðin var sterk, og hon vildi so fegin, at ljósið framvegis kundi brenna bjart.

Hon vaks upp sum yngst av fýra systkjum og fekk í førninginum eina holla sosiala uppaling. Barnaárini vóru merkt av virkseminum á Føroya Fólkaháskúla, har bæði foreldur og eldra ættarliðið vóru virkin. Føroyskt mál og bókmentir var dagligur kostur, og nógv mentað fólk komu á gátt.

Eg var so heppin at læra Aleksandru og familjuna at kenna, tá eg hitti Hans Jákup í 2003. Aleksandra og Hans Jákup vóru sjáldsoma góð systkin og arbeiddu væl saman. Tá mamman, Paulina,  gjørdist einsamøll, slóu tey bæði ring um hana saman við familjuni, so hon kundi búgva heima sum longst.

Sum sjúkrasystir var tað Aleksandra, ið tók ábyrgd og stílaði fyri. Vit onnur tóku hond í. Símun og hansara fólk búðu tætt hjá, og Sanna og hennara vitjaðu javnan. Øll samveran var merkt av góðsku og hugna. Eisini, tá Aleksandra metti tað sum neyðugt at taka Paulinu heim til sín. Fjálgar og gevandi gerandisløtur fluttu við heim á Dalavegin og fingu har uppaftur betri umstøður.

Í 2011 rakti sorgin meint, tá ið Hans Jákup so alt ov tíðliga mátti lúta fyri krabbameini, einans 63 ára gamal. Paulina, mamman, doyði árið eftir. Í sorgini hittust Aleksandra og eg hvønn sunnudag til langar gongutúrar um Havnina saman við fitta hundinum, Bikkju.

Vit gingu í tímar og í øllum veðri eftir hugnaligum gongugøtum við so avbera vøkrum útsýni. Meðan varð tosað um okkara kæru, lívið og heimsstøðuna sum heild. Betri sálarbót kann eingin ynskja sær.

Heimkomin á Dalavegin varð borðreitt við góðum bita og heitum drekkamunni, og soleiðis knýttu vit sera tøtt bond og gjørdust til reiðar at taka fatt og halda fram í okkara virki. Og Aleksandra var virkin, bæði til arbeiðis og í frítíðini.

Sum sjúkrasystir á LSH var hon eldhugað í fakinum,  til tíðir sum deildarleiðari og vann sær m.a. eyka útbúgving í heilsusamskifti. Í frítíðini vóru fleiri bindiklubbar at fara til, eisini í grannalagnum, men tætta sambandið við vinkonurnar frá barnaskúlaárunum hjá Nonnunum var nakað heilt serstakt. Løtt var hon á fótum, dámdi væl ein sving-om og var virkin í Dansifrøi í mong ár.

Hervilig sjúka, har bæði lungu og hjartað vóru hart rakt, var við til at avmarka hennara lív og virksemi. Við góðari hjálp frá systrini Sannu, familju og góðum vinkonum bar framvegis mangt til.

Men nú er myrkt á Dalavegnum. Fjálgi hugnin og lívgevandi prátið er steðgað og røddin tagnað. Vakra og vónríka vársóljan, sum elskaði lívið og heim sítt, er farin í annað ljós. Tó goymd í okkara hjørtum.

Eg hyggi upp í stjørnukláru vetrarnáttina og velji mær eina stjørnu, sum er tín.

Takk fyri teg, góða Aleksandra, og alt tú gav.

Í takksemi,

Wenche