Sum Hagstovan staðfesti hendan dagin, er fólkatalið í Føroyum økt 1,1 prosent hetta seinasta árið, so at tað nú búgva 54.530 fólk í landinum.
Sostatt eru vit nú 576 føroyingar fleiri í tali enn vit vóru fyri einum ári síðani.
Tað doyðu 404 fólk í Føroyum í fjør, men haraftur ímóti vóru 613 børn fødd og sostatt er burðaravlopið 209 fólk.
Hinvegin fluttur 1.454 fólk úr Føroyum, men tað fluttu 1.821 fólk til Føroya og sostatt er nettotilflytingin 367 fólk.
Sostatt er nettotilflytingin ein stórur partur av fólkavøkstrinum. Men í stóran mun er tað ikki føroyingar, sum flyta aftur til Føroya. Talan er heldur ikki um danir ella grønlendingar.
Tvørtur ímóti eru tað fólk, sum flyta til Føroya úr heilt fremmandum londum, sum standa fyri einum stórum parti av fólkavøkstrinum.
Hagstovan sigur, at tað eru bara fjúrtan prosent av fólkavøkstrinum hetta seinasta árið, eru fólk, sum eru danskir ríkisborgarar, altso føroyingar, danskarar og grønlendingar. Øll hini eru fólk úr fremmandum londum, sum flyta til Føroyar.
Fyri fimm árum síðani vóru danskir ríkisborgarar 68 prosent av fólkavøkstrinum.
Men alt hetta merkir, av teimum teimum 54.530 fólkunum, sum búgva í Føroyum, eru tað 3.229 fólk, sum upprunaliga ikki eru føroyingar, ella aðrir danskir ríkisborgarar.
Hagstovan sigur, at størsti partur av vøkstrinum seinasta árið, eru fólk úr Asiu og úr øðrum londum enn norðurlondum. Hinvegin vóru umleið tólv prosent afrikanskir ríkisborgarar.
Fyri 20 árum síðani búðu 47.949 fólk í Føroyum, men bara 806 av teimum vóru fólk úr fremmandum londum.