Í gjár varð tað greitt, at tað vera stóru feløgini í Gundadali, sum saman við Víkingi og TB vera luttakarar í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Lutakastið, um hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni, verður sunnudagin klokkan 17 ella eftir at einasti landskappingardysturin í bestu deildini henda dagin verður av. Hann verður í Klaksvík millum trífalda meistaraliðið KÍ, sum longu í fyrsta umfari varð varpað úr steypakappingini, og toppliðið Víking.
Víkingur vann seg mikukvøldið í hálvfinaluna. Tað var á heimavølli og eftir longda leiktíð ímóti AB, sum vísti fínan hugburð og helt tørn í 100 minuttir, áðrenn tað skrædnaði.
Sjarman við steypakappingini er møguleikin fyri, at favoritturin verður koppaður av liðnum, sum er undirtippað, og so er tað hin sjarman, sum snýr seg um, at alt skal avgerast í einum og sama dysti, og at tað tí kann verða neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping.
Í fjórðingsfinaluni var alt hetta upp á spæl, áðrenn tað var greitt, at tað vera Víkingur, HB, B36 og TB sum vera við í hálvfinaluni.
At felag í næstbestu deildini vinnur seg í hálvfinaluni er rár hending í føroysku steypakappingini. Tað er ikki komið fyri síðani í 2005, tá ið tvey av teimum fýra í hálvfinaluni vóru feløg í næstbestu deildini – B71 og B68.
FaroeSoccer veit at siga, at B71 vann seg í hálvfinaluna eftir longda leiktíð og við 4-2 sigri ímóti TB í Trongisvági, og B68 vann seg í hálvfinaluna við 2-1 heimasigri ímóti Fram, sum var í 2. deild.
Í hálvfinaluni tapti B71 ímóti GÍ, sum vann 5-1 á Sandi og 2-1 í Gøtu, og B68 misti finaluplássið ímóti ÍF, sum vann 2-1 í Fuglafirði og 1-0 á Toftum. Fianluna millum grannarnar GÍ og ÍF vann GÍ 4-1.
Í gjár vann TB úr 1. deild seg í finaluna eftir longda leiktíð og brotssparkskapping í góðveðrinum við Stórá í Trongisvági. Eftir vanliga leiktíð var 1-1. Tað var týðuligt, at tað hjá Gilla Rólantsson Sørensen og hansara troyttu monnum ráddi tað um at taka tað róligt og vóna, at tað fór at enda við brotssparkskapping, og soleiðis varð tað. Og tá vann TB 5-4.
Størsta sensatiónin lúrdi mikukvøldið í Gøtu, tá ið argjamenn stríddust og hildu tørn um málleysan javnleik, so tað var neyðugt við longdari leiktíð. Víkingur spardi fleiri av stuðulsspælarunum í vón um, at teir kunnu vera førir fyri at spæla í Klaksvík sunnudagin, og í longdu leiktíðini skoraði Víkingur trý mál ímóti argjamonnum, sum vóru øgiliga troyttir eftir alt stríðið.
Í gjár vann B36 tepran 3-2 sigur ímóti NSÍ í Gundadali. Støðutalvan í landskappingini segði, at tað fór at ríða um snarið, og soleiðis varð tað. NSÍ svaraði aftur eftir 2-0 B36 leiðslu, og í longdu leiktíðini skoraði Marius Kryger Lindh, sum var tvífaldur málskjútti og er ein tann eyðsýndasti hjá B36 higartil í ár. Hjá NSÍ var tað hugaligt, at Klæmint A. Olsen av álvara vísti sínar dygdir við at skora bæði málini.
Í Streymnesi spældi HB av álvara við eld, áðrenn 3-1 sigurin eftir longda leiktíð var veruleiki. Meiri enn helmingurin av teimum, sum higartil hava staðið seg so væl í landskappingini, vóru ikki millum teir fyrstu ellivu. Rasmus Nilsson var málverji, og hann bjargaði brotssparki, tá ið eitt stórt korter var farið. Filip Djordjevic royndi seg úr 11 metrum. Vongverjin í vinstru Virgar Jónsson vann brotssparkið, og hann átti fína innleggið, tá ið Tóki H. Johannesen við stútara legði EB/Streym á odda. Hetta var í 29. minutti, og leiðslan helt, inntil tað restaði eitt korter. Tá javnaði innskifti Áki D. Samuelsen, og í longdu leiktíðini vóru tað innskiftu Hanus Sørensen og Jacob Jónsson, sum skoraðu.
Víkingur – AB 0-0 3-0 eftir longda leiktíð
EB/Streymur – HB 1-1 (1-0) 1-3 eftir longda leiktíð
B36 – NSÍ 2-2 (2-0) 3-2 eftir longda leiktíð
TB – B68 1-1 (0-0) 5-4 í brotssparkskapping