Góð tíðindi hjá teimum, ið ræðast at flúgva: Síðani ár 2000 er tað vorðið nógv tryggari at ferðast við rutuflogfari og harumframt eru flográn vorðin alt meiri sjáldsom
Heimsmál 3 snýr seg um góða heilsu og vælveru, og fevnir millum annað um, at vit skulu hálvera talið av deyðum og særdum í ferðsluni áðrenn 2030. Málið kann tykjast torført at náa, men talið á deyðum er lækkað seinastu árini og sæst framgongdin serliga í flogferðsluni.
Tá ein motorur á Airbus A380 hjá Air France knappliga fór í luftina uppi yvir innlandsísinum í fjør, eydnaðist tað kortini flogskiparanum at lenda í øllum góðum á flogvøllinum, ið lá tættast við. Eftir at øll 497 ferðafólkini vóru komin snikkaleys úr flogfarinum, fleyg tað heim til Fraklands við trimum motorum.
Ein hugsar kanska við sær sjálvum, at tað bert snúði seg bert um hepni hjá Airbus A380. Men tað er neyvan rætt, tí heilt síðani sjeytiárini eru flogfør vorðin nógv tryggari og flogføll vorðin alsamt meiri sjáldsom. Talið á fólki, ið lata lív í flogvanlukkum, dalar sum ein stillislig lending.
Hetta vísa tøl frá viðurkenda hagfrøðisgrunninum ourworldindata.org á. Tølini byggja á vitan frá Aviation Safety Network, ið savnar saman upplýsingar um flogtrygd úr øllum heiminum. Hagfrøðin umboðar ferðamanna- og flutningsflogfør við fleiri enn 14 sessum. Privat- og hernaðarflogfør eru ikki partur av kanningunum.
Í nítiárunum vóru umleið 45 flogvanlukkur fyri hvørt ár – bæði við og uttan deyðan sum fylgi. Í nullunum vóru umleið 30 vanlukkur um árið, og í ár 2017 var talið niðri á 10. Hetta merkir, at færri ferðafólk lata lív í flogferðsluni samanborið við áður. Seinastu árini hava undir 500 fólk latið lív um árið, hóast talið skiftir ár fyri ár.
2017 varð tryggasta árið higartil í flogferðsluni: 44 fólk lótu lív í flogvanlukkum í fjør, og umleið fýra milliardir ferðfólk flugu hetta sama árið.
Flográn eru eisini vorðin eitt sjáldsamt fyribrigdi. Síðani yvirgangsatsóknirnar í New York í 2011 hava flográn skapað yvirskriftir í miðlum kring allan heimin. Men nógv er, og verður, gjørt fyri at bøta um trygdina í luftini. Millum annað hevur altjóða løgreglan Interpol sett á stovn feløg at berjast ímóti slíkum lógarbrotum, og stuðulin frá limalondunum hevur verið stórur. Fyri tjúgu árum síðani vóru 38 flográn í alt – og seinastu árini hevur talið ligið millum null og fýra.