Tað er vert at kanna um staturin vil fíggja Suðuroyartunnilin

Anna Falkenberg reisir spurningin um Suðuroyartunnilin á Fólkatingi

Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 12:00

Tað er vert at kanna um Suðuroyartunnilin kann verða fíggjaður við einum láni frá danska statinum. Tað førdi annar fólkatingsmaðurin, Anna Falkenberg, fram á fólkatingsins røðarapalli í gjár.

Í gjár var tað stóra orðaskiftið í Fólkatinginum, sum er á hvørjum ári um hesa tíðina, beint áðrenn Fólkatingið fer í Summarfrí.

Og millum tey málini, Anna Falkenberg reisti, var Suðuroyartunnilin. Hon vísti á, hvussu føroyingar hava arbeitt við at knýta oyggjar og bygdir saman.

– Hesa seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar og tað er ein íløga upp á einar fimm milliardir, segði hon.

Hon fortaldi fólkatingslimum, at Sambandsflokkurin er av teirri áskoðan, at tað er vert at kanna møguleikan fyri at hesin tunnilin verður fíggjaður við einum láni úr danska statskassanum.

Hon sigur, at fyri Føroyar verður fyrimunurin tann, at rentan verður nógv lægri enn hon verður, skulu Føroyar taka lánið sjálvar.

Fyri Danmark verður fyrimunurin, at staturin ger eina trygga íløgu í ríkisfelagsskapinum, og sum fer at koma ríkisfelagsskapinum til góðar.

– Og eftirsum talan er um eitt lán, fær danski staturin pengarnar aftur so øll vinna, segði Anna Falkenberg.

Tað var tó eingin í Fólkatinginum, sum beit á, tí eingin  hevði nakra viðmerking til hetta.