Tað er útselt til dystin móti Skotlandi í kvøld

Verður hugt inn á nethandilin á heimasíðuni hjá FSF, so skalt tú leita væl fyri at finna eitt atgongumerki. Talan verður tí um ein fullsettan Tórsvøll til dystin móti Skotlandi í kvøld

Sigurjón Einarsson
12. oktober 2021 kl. 16:09

Tað er nógv, ið bendir á, at Tórsvøllur verður fulllsettur tá Føroyar og Skotland møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli í kvøld. 

Atgongumerkjasølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í gjár vóru umleið 4.400 atgongumerki seld til dystin móti Skotlandi.

Um tú ikki hevur fingið atgongumerki enn, so mást tú leita væl inni í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, skalt tú finna eitt tøkt atgongumerki.

Og tað verður brúk fyri góðum stuðli uttanfyri vøllin eisini, tí Tarten Army eru væl mannaðir til dystin í kvøldi, og teir plaga at vera mælskir, sera mælskir.

Pláss er fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring Tjóðarleikvøllin.