Tað var týðiligt, at skipanin við mvg- afturbering bleiv misnýtt. Tað sigur Umhvørvisstovan við Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, nú eitt uppskot frá samgonguni er til viðgerar í Løgtinginum um hitapumpur. Endamálið er at skipanin við almennum stuðuli ikki skal avtakast so skjótt, sum ætlanin hevur verið.
Løgtingið hevur fleiri ferðir skift orð um hesi viðurskifti. Eitt nú hava fleiri tinglimir ført fram, at tey mugu tryggja sær, at skipanin ikki verður misbrúkt.
Og tann illgrunin kemur ikki úr ongum, tí í sambandi við viðgerðina, hevur Umhvørvisstovan upplýst fyri Fíggjarnevndini, at tað er týðiligt, at skipanin varð misbrúkt.
Eitt dømi um misbrúkið er í sambandi við el-arbeiðið, sum skal gerast í sambandi við hitapumpuna. Nú er ásett, at mvg verður bara endurgoldið fyri el-rokningar upp til 7.000 krónur.
Umhvørvisstovan, sum umsitur skipanina, hevur sagt, at hámarkið varð sett tú at var týðiligt, at skipanin við mvg- afturbering bleiv misnýtt.
Í hesum sambandi vístur tey á, at tey høvdu fingið rokningar fyri el-arbeiðið í sambandi við hitapumpur upp á heilar 30.000 krónur.
Hetta var tí, at fólk ofta brúkti hetta høvi til eisini at gera alt møguligt annað el-arbeiði enn bara tað, sum hevði við hitapumpuna at gera.
Umhvørvisstovan sigur, at rokningarnar, tey hava fingið fyri el-arbeiði í sambandi við hitapumpur, vísa, at 7.000 er ein hóskandi upphædd.