Tað er tungt hjá botnliðunum

Hjá toftamonnum var tað sera kostnaðarmikið, at tað ikki eydnaðist at umseta brotsspark til mál

Jóannes Hansen
14. mai 2024 kl. 22:55

Ein triðingur av 2024 kappingini er av. Síðsti dystur var á Toftum í kvøld, tá ið B68 hevði vitjan av ÍF.

Hetta eru botnliðini, sum eru á niðurflytingarplássunum. Í kvøld endaði tað 0-0, og tí eydnaðist tað hvørki B68 ella ÍF at styrkja um sína støðu. Mánadagin verður sjøtul settur á næsta triðingin, og tá hittast ÍF og B68 aftur. Nú verður tað í Fuglafirði, og ein spurningur er, um tað fer at eydnast øðrum partinum at vinna og harvið at styrkja um sína støðu í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.

Umframt ÍF og B68 er tað í løtuni bara ein kandidatur at flyta niður. Tað er EB/Streymur, sum hevur fýra stig, meðan tey bæði botnliðini hava tvey stig. Leikligu avrikini hjá EB/Streymi hava verið á góðari leið, og tað er merkisvert, at EB/Streymur hevur tapt við einum máli og verið tætt við at vunnið stig ímóti B36, HB, KÍ og Víkingi.

Hjá B68 hevur tað í alt ár verið størsti veikleikin, at tað gongst so illa at skjóta má. Í kvøld ímóti ÍF hevði B68 risastóran møguleika, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Men Bartal Páll Klein sendi bóltin í tvørtræið, og í seinna hálvleiki høvdu bæði ÍF og B68 bóltin á stólpanum.

B68 – ÍF 0-0

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Petersen, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard (Karstin Clementsen, 87.), Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Bartal Páll Klein, Brian Jakobsen (Jóhann Hansson Joensen, 77.), Villiam Emil Klein

Gult kort: Bartal Páll Klein

Venjari: Jákup á Borg

ÍF: Jákup Jónsson – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Peter S. Ullum – Elvio Gelmini, Bogi Reinert-Petersen, Tonni J. Thomsen, Gundur E. Petersen – Dánjal á Lakjuni (Kasper Sommerstedt, 82.), Uros Stojanov, Jhon Mena Perez

Gult kort: Dánjal á Lakjuni, Petur S. Ullum, Elvio Gelmini

Venjari: Jákup Martin Joensen

Víkingur

9

8

0

1

25

6

24

HB

9

8

0

1

20

6

24

9

7

0

2

19

7

21

NSÍ

9

6

0

3

20

12

18

B36

9

4

2

3

16

13

14

07 Vestur

9

3

2

4

11

17

11

Skála

9

3

1

5

13

17

10

EB/Streymur

9

1

1

7

10

17

4

B68

9

0

2

7

4

17

2

ÍF

9

0

2

7

7

33

2

 10. umfar

Mánadagin 20. mai – 2. hvítusunnudag

ÍF – B68: Rúni Olsen kl. 15.00

Víkingur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

07 Vestur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 15.00

HB – B36: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

Týsdagin 21. mai

Skála – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 19.00