Tað er trongligt í toppi og botni

Við sannførandi sigri á Víkingi, samstundis sum KÍ vann greitt á TB/FCS/Royn, syrgdi NSÍ um vikuskiftið fyri, at tað av álvara er blivið trongligt í toppinum í Betrideildini hjá kvinnum

FSF/Hans Erik Danielsen
18. august 2024 kl. 22:09

Sunnudagin var síðsta umfar í grundspælinum í Betrideildini hjá kvinnum á skránni, og sum úrslitini háttaðu seg, er tað vorðið rættuliga trongligt, bæði í toppinum og í botninum í kappingini.

Við Løkin í Runavík vann NSÍ 5-2 á oddaliðnum, Víkingi. Í steðginum var støðan 3-0 til runavíkskvinnur, sum grundløgdu sigurin við trimum málum frá Heidi Sevdal, meðan Julia Naomi Mortensen og Sigrid Jacobsen skoraðu hvør sítt. Málini hjá Víkingi gjørdu Jensa Tórolvsdóttir og Lea Lisberg.

Í Eiðinum í Vági hevði TB/FCS/Royn vitjan av klaksvíkskvinnum, sum fóru um suðuroyarfjørð aftur við einum 6-0 sigri í viðførinum. Tóra Mohr stóð fyri trimum á málunum, meðan Eyðvør Klakstein, Maria Vinjardsdóttir Johansen og Ranja Joensen skoraðu eitt mál í part.

Í botninum er eisini blivið rættuliga spennandi, serliga eftir at Skála sunndagin vann 1-0 á B36. Sigursmálið hjá teimum appelsingulu skoraði Arnfríð Jacobsen tá 37 minuttir vóru spældir.

Fjórði dysturin var í Hoyvík, har FC Hoyvík tók ímóti HB. Í hálvleikinum vóru tær reyð-svørtu á odda 3-0, við málum frá Sunnivu Wollemoes, Rúnu Jacobsen og Hallu Morgan Ejdesgaard. Í steðginum kom Rebekku Benbakoura – sum eftir eitt hálvt ár í grikskum fótbóltum, skifti til HB í summar – á vøllin, og við fýra málum syrgdi Rebekka fyri, at HB vann 7-0.

Stigatalvan og leikskrá

Útsetti dysturin millum FC Hoyvík og NSÍ, verður spældur við Løkin í Runavík mikukvøldið klokkan 19:00.

Fyrsta umfar í endaspælinum verður eftir ætlan spælt sunnudagin 1. september.