Tað er »totalt vanvid« at byggja nýggja kirkju á Argjum. Hesa avgjørdu meiningina hevur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin um ætlanina at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Nú fíggjarætlanin fyri næsta ár er løgd fyri Løgtingið, sæst, at samgongan ætlar at seta pening til at fyrireika og projektera nýggja kirkju á Glyvrum og á Argjum.
Henrik Old hevur einki ímóti at nýggj kirkja verður bygd á Glyvrum, tí tað treingir til, hekdur hann.
Men hann hevur ringt við at skilja, hvussu nakar kann koma til ta niðurstøðu, at tað er neyðugt at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Hann vísir á, at tað eru fleiri kirkjur í Havn og har um vegir, og er tað ein trupulleiki, kirkjufólk ikki hava, er tað at fáa pláss í kirkjuni tí tað eru altíð fleiri rekkjur av benkrum tómir tá ið gudstænasta, og onnur tiltøk, eru.
Hann sigur, at seint eitt kvøldið seinasta vetur, hann var farin at keypa í miðbýnum í Havn, sá hann nøkur av teimum, sum eru á niðastu rók í samfelagnum.
– Tá gjørdi ein kona prei á meg og tá fekk eg at síggja, hvussu nøkur av okkara allsarveikastu, ikki húsaðust, men yvirlivdu, segði hann fyri Løgtinginum.
Hann heldur, at tað er stór skomm, at okkara kirkja skal satsa upp á at nýggjar kirkjur og nýggjar ljósakrúnur ímeðan tey allar veikastu í samfelagnum liggja so lágt, sum tað ber til at liggja.
Hann sigur, at heldur enn at lata norðmenn og Frelsunnarherin taka sær av teimum heimleysu í Føroyum, skuldi okkara kirkja, í minsta lagi, bygt eitt hús til tey veikastu í samfelagnum, og ikki bara sita og blomstra og syngja sunnumorgnar, sum hann tók til.
Hann sipar til, at tað er Frelsunnarherurin sum rekur Herbergið í Havn, við stórum stuðli frá Frelsunnarherinum í Noregi.