Tað er stórur munur á el-prísunum í Føroyum og uttanlands

Í hesum døgum verður nógv tosað um, at netið hjá SEV skal skiljast frá framleiðsluni og ein orsøk er, at vit skulu hava kapping um prísin. At tað er nakað at kappast um, benda tølini, sum Arbeiðsgevarafelagið vísur til, á. Tað sama gera tølini um vit samanbera tey við danskar elprísir

Sveinur Tróndarson
10. september 2020 kl. 20:00

Hetta er ikki ein grein, sum fer inn at kjakast um tað er rætt ella skeivt, at elprísurin í Føroyum er tann, sum hann er.

Hetta er heldur ikki ein grein, sum fer inn at tosa um, hvørt prísurin fer at lækka, tá privatir framleiðarar sleppa at framleiða streym ella ikki.

Hetta er bara ein stillislig samanbering við prísir í londum kring um okkum, sum vísir, at føroyskir el-brúkarar rinda rættiliga fitt meira í gjaldi til elframleiðaran enn brúkarar í øðrum londum gera.

Tað snýr seg tí, um gjaldið, sum fer til elframleiðaran sjálvan.

Fyri nógvum árum síðan, tað mundi vera í 2011 ella har á leið, vísti Dimmalætting við talvum frá Eurostat á, at tað var stórur munur á prísinum í Føroyum og aðrastaðni.

Samlað “niðurstøðan” av teimum greinunum var, at føroyskir elveitarar rinda rættiliga fitt meira til elframleiðaran enn brúkararnir í øðrum evropeiskum londum gjørdu tá.

Og er hald í frágreiðingini, sum Vinnuhúsið almannakunngjørdi í januar mánað í ár, so er hetta framvegis veruleiki.

Tað sæst á talvuni, sum vit prenta niðanfyri. Hon er bara eitt av fleiri dømum, sum Vinnuhúsið vísir til í síni frágreiðing, og har stendur, at føroysku fyritøkurnar, sum talan í hesum føri er um, rinda væl meira í elprísi enn útlendskir brúkarar gera.

Yvirlitið vísir, at næsta landið á listanum er Kypros, síðan koma Italia, Stórabretland og Týskland áðrenn Malta. Hini norðurlondini liggja í tí lægra endanum av listanum.

Kelda: Industry.fo

Samandrátturin hjá Vinnuhúsinum er, at høgi elprísurin í Føroyum hevur ávirkan á kappingarføri

Samanbera vit føroysku elprísirnar, uttan eykagjøld, við teir donsku, so vísir myndin, at tað veruliga er stórur munur millum føroysku og donsku prísirnar.

Ein føroyskur kilowatttími kostar umleið 156 oyru, men ein danskur kostar í ár umleið 78 oyru. Tá eru øll onnur gjøld ruddað burtur, og bara tað er eftir, sum danski brúkarin rindar sínum elframleiðara fyri tænastuna, sum hann keypir.

Talvan, sum er prentað her á síðuni vísir týðiliga, at hvussu stórur munurin er. Føroyar eiga ta reyðu strikuna í talvuni og Danmark ta bláu.

Sum nevnt fara vit her ikki inn á orsøkir til hví so er. Seinni fara vit at tosa við SEV um, hví tað er so stórur munur á prísunum og um tað ikki ber til at gera nakað við tað.

Vit skulu tó hava í huga, at broytingar eru á veg hjá SEV. Millum annað hevur SEV júst boðað frá, at elprísurin til ávísar – grønar – tænastur lækkar rættiliga munandi.