Tað er flaggskrýtt á skúla og ítróttarøkinum í Runavík. Orsøkin er tann, at seinnapartin verður reisigildi, nú sperrurnar í nýggju ítróttarhøllini eru reistar og festar.
Tað verður markerað við almennum hátíðarhaldi seinnapartin klokkan 4.
Runavíkar kommuna sigur, at hetta er størsta íløga yvirhøvur higartil hjá kommununi. Tað búgva umleið 4400 fólk í teimum 15 bygdunum í kommununi – úr Æðuvík og norður til Funnings – og hetta er fyrsta svimjihøllin yvirhøvur í kommununi.
Skráin sær soleiðis út:
Jan Alexson, verkætlanarleiðari, greiðir frá inni í hondbóltshøllini.
· Nes Sóknar Musikkfelag (Hornorkestrið) spælir 3 løg
· Taekwondo felagið bjóðar okkurt til matna á grillum.
· Enekk spælir nøkur løg.
· Marita S. Hentze, býarverkfrøðingur, flytir fram røðu.
· Kjartan Hansen, stjóri fyri Kanjon, flytir fram røðu.
· Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flytir fram røðu.
· NSM (Hornorkestrið) endar haldið við einum marsji.
Sum so nógva aðra staðni kring landið er tað í dag av fagrasta veðri á Skálafjørðinum.