Tað er stórt trýst á Týsklandi

Tað eru 70 ár síðani Vesturtýskland vann HM fyri fyrstu ferð og 50 ár síðani HM sigurin á heimavølli

36 ára gamli Julian NAgelsmann er týskur landsliðsvenjari
Jóannes Hansen
14. juni 2024 kl. 17:58

Í kvøld klokkan 20 verður fyrsti dysturin í EM endaspælinum í fótbólti. Hann verður á Allianz Arena í München, har týska heimaliðið fer at spæla ímóti Skotlandi. Umframt Týskland og Skotland eru Ungarn og Sveis í bólkinum.

Síðstu árini hevur tað verið soltið hjá týskarunum, sum annars ofta hava vunnið. Síðsti stóri sigurin var í HM finaluni í 2014, tá ið Týskland á Maracanặ leikvøllinum í Rio de Janeiro í Brasil vann 1-0 ímóti Argentina. Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at Týskland hevði vunnið finaluna við málinum, sum Mario Götze skoraði í 113. minutti.

Nú er Týskland á heimavølli, og áhugin fyri landsliðnum er av álvara kveiktur, eftir at tað leingi hevur verið hildið lítið um avrik og úrslit.

Tað eru 70 ár síðani, at Vesturtýskland vann fyrsta stóra sigurin. Tað var í HM kappingini í 1954, tá ið Vesturtýskland í finaluni – og óvæntað – vann ímóti ungarsku heimsstjørnunum. Finalan var í Bern í Sveis, og týskararnir vunnu 3-2.

Í 1972 vann Vesturtýskland EM fyri fyrstu ferð. EM kappingin var í Belgia, og týskararnir vunnu 3-0 á Heysel stadion ímóti Sovjetsamveldinum. Og so var tað fyri 50 árum síðani, at Vesturtýskland var vertur, og Sepp Maier, Franz Beckenbauer, Paul Breitnir, Gerd Müller og hinar heimsstjørnurnar vunnu finaluna ímóti Niðurlondum 2-1.

Vesturtýskland vann finaluna í 1990 1-0 ímóti Argentina. Tá var kappingin í Italia.

Og Vesturtýskland vann EM finaluna í 1980. Kappingin var í Italia, og í finaluni vann Vesturtýskland 2-1 ímóti Belgia.

Í 1996 var EM endaspælið í Onglandi, og í hálvfinaluni sendi Týskland vertirnar úr kappingini eftir brotssparkskapping. Tað var Gareth Soothgate, sum misnýtti avgerandi brotsparkið. Hann er nú venjari hjá Onglandi, sum verður roknað millum favorittarnar í Týsklandi. Finaluna í 1996 vann Týskland eftir longda leiktíð 2-1 ímóti Kekkia.

Nú er 36 ára gamli Julian NAgelsmann týskur venjari, og í kvøld fæst fyrsta ábendingin um, hvussu tað verður. Í Týsklandi verður roknað við, at vertirnir og Die Mannschaft  fara at vinna kappingina.