Aftur í gjár varð ein seyður yvirkoyrdur á svinginum sunnan fyri Stykkið.
Hesar seinastu tveir dagarnar hevur løgreglan sostatt fingið fimm fráboðanir um seyð, sum er yvirkoyrdur.
Í hesum sambandi minnir løgreglan á, at tað er størri vandi fyri at koyra á seyð tá ið tað er kalt í veðrinum enn tá ið tað er lýtt.
Orsøkin er, at tá ið tað er kalt, fer Landsverk at salta vegirnar og tað dregur seyð á vegirnar, tí teir sleikja salt, tí tað mangla teir ofta. Tað ber eisini til at keypa salt - sleikisteinar til seyð og onnur húsdýr.
Tá ið seyður verður yvirkoyrdur, er tað eyðsæð ein stórur missur fyri bóndan. Tískil fáa bøndur endurgjald fyri seyð, sum verður yvirkoyrdur. Men tað er bara tá ið bilførarar boða frá, tí tað er tryggingin hjá bileigaranum, sum rindar bóndanum endurgjald fyri seyðin. Tað er ókeypis fyri bilføraran at siga frá tí hann missur ikki bonus, so tryggingin fer ikki upp.
Avtala er gjørd ímillum Búnaðarstovuna um, hvat endurgjaldið skal verða. Hendan avtalan skuldi verið endurskoðað nú, men okkum vitandi er hon ikki tað.
Endurgjaldið er ymiskt, alt eftir hvat tað er fyri seyður, sum verður yvirkoyrdur. Eitt nú er endurgjaldið størri fyri eina unga ær enn fyri eina gamla ær, tí bóndin fær eisini endurgjald fyri lombini, ærin kundu havt, varð hon ikki yvirkoyrd.
Men talvan niðan fyri vísir, hvussu stórt endurgjald bøndurnir fáa fyri yvirkoyrdan seyð.