Seinnapartin í dag verður 21. og síðsta umfar í landskappingini hjá kvinnum. Tríggir dystir eru á skrá. Tann fjórði var síðsta vikuskifti, tá ið Víkingur vann 4-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.
KÍ hevur fyri langari tíð síðani vunnið gullkrónrnar og FM steypið, sum í dag verður handað í Gundadali, har HB verður vertur.
HB er í stórari kapping við NSÍ um silvurplássið. Kappingarneytin er NSÍ, sum síðsta leygarkvøld vann steypafinaluna ímóti KÍ. Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at NSÍ hevði vunnið 2-1 og tryggjað sær steypasigurin fyri aðru ferð.
Bæði NSÍ og HB hava 42 stig, men NSÍ eigur betra málmunin. Hjá NSÍ er hann +66, og hjá HB er hann +37.
Meðan HB fer at spæla ímóti meistarunum í Gundadali, so eigur NSÍ heimadyst ímóti EBS/Skála, sum er næstaftast við 10 stigum.
Allir tríggir dystirnir vera klokkan 15. B36 fær í Gundadali vitjan av TB/FCS/Royn. Tann dysturin verður á ovara vølli í Gundadali, og HB og KÍ fara at spæla á Tórsvølli.