Tað er púra opið í steypakappingini

Tað er bæði møguleiki fyri bygdafinalu og høvuðsstaðarfinalu

Jóannes Hansen
29. mai 2024 kl. 21:17

Tað var spenningur og dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið HB og Víkingur í kvøld spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.

Úrslitið var 1-0 heimasigur. Seinna hálvfinalan verður í Sarpugerði mikudagin 19. juni. Úrslitið í kvøld leggur upp til, at tað er púra opið undan seinnu hálvfinaluni. HB hevur verið í Sarpugerði einaferð fyrr í ár. Tað var í landskappingardysti fríggjadagin 15. mars, og tá vann Víkingur 2-1. Síðani tá hevur HB vunnið allar sínar dystir bæði í landskappingini og steypakappingini, og Víkingur hevur vunnið allar dystirnar uttan tveir. Víkingur tapti 2-1 í landskappingini í Klaksvík, og í kvøld tapti Víkingur 1-0 í Gundadali.

Einasta málið skoraði álopsspælarin Jakob Johansson í 13. minutti. Hann var staddur stutt úr málinum, tá ið hann stýrdi bóltin í meskarnar.

Sammett við tá ið HB tapti 2-1 í Gøtu, so vísti HB avrikið í kvøld, at talan er um stóra menning. Serliga fyrstu løtuna var heimaliðið nógv í álopsstøðu, og heimaliðið spældi við stórum hugflogi og sjálvsáliti, og einstøku spælararnir vístu, at teir tora at bjóða av og gera brúk av fínu fótbóltsevnunum, sum teir eiga.

Sum dysturin leið, so var Víkingur nógv í álopsstøðu, og serliga síðstu løtuna vóru tað nógvar spentar støður í HB brotsteiginum. Eitt nú vann Víkingur fleiri hornaspørk, og tá ið HB tíggju minuttir undan leikloki misti miðvallaran Ejvind R. Mouritsen, sum sá beinleiðis reytt kort, so øktist trýstið hjá víkingunum, sum ikki megnaðu at umseta trýstið til mál. Landsliðsspælararnir Samuel Johansen Chukwudi og Bartal Wardum vóru óførir í HB miðverjuni, og Teitur Matras Gestsson var tryggur millum stólparnar.

Síðstu løtuna skifti Víkingur Jákup Johansen, Ara Olsen og Jørgen Nielsen, sum hevur verið skaddur higartil í ár, inn, men tað eydnaðist ikki at skora.

At hálvfinalan í Trongisvági fyrr í dag endaði við 1-0 TB sigri, og at hálvfinalan í Gundadali í kvøld endaði við 1-0 HB sigri ber við sær, at tað er púra opið undan seinnu hálvfinalunum, sum vera mikudagin 19. juni.

Tað er møguleiki fyri, at feløgini í Gundadali fara at spæla steypafinalu í heyst, og tað er møguleiki fyri, at tað vera Víkingur og TB, sum fara at spæla steypafinalu.