Ofta verður sagt “liv dagin í dag, eins og hann er tann seinasti, tú eigur”.
Meiningin við honum er góð innan summi øki. Tó langt frá øllum. Tí hvørjar eru fylgjurnar av júst hesum?
Hugsi um okkara eftirkomarar. Hvat standa teir eftir við, um øll gera júst so? Haldi, at hesin spurningur er rættiliga viðkomandi fyri okkum øll – og ikki misnt fyri tey, sum skulu mynda Tórshavnar Býráð framyvir.
Tað er okkara skylda at hugsa um onnur, og somuleiðis eisini at hugsa langt fram og gera framtíðarætlanir.
Um 10 ár eru enn fleiri eldri borgarar í Tórshavnar Kommunu. Tørvur verður á enn fleiri starvsfólkum til eldraøkið, tí demografiska gongdin tíverri er skeiklað. Tørvurin er ikki bara á fleiri starvfólkum á eldraøkinum, men eisini fleiri búplássum.
Tað nyttar einki at stinga høvdið niður í sandin og vóna tað besta. Vit mugu finna eina loysn.
Míni boð uppá nakað av loysnini, eru:
Fleiri starvsfólk innan eldraøkið
Hægri normering innan eldraøkið
Betri arbeiðsumstøður fyri starvsfólk innan eldrarøktina
Fleiri búpláss til eldraøkið
Fleiri sambýlir
Fleiri eldraíbúðir
Hettar skylda vit okkum sjálvum og okkara eftirkomarum, tí hóast alt so eldast vit øll. Tí má okkurt ítøkiligt gerast, soleiðis at framtíðin gerst betri fyri okkum øll, sum her búgva.
Nú er nokk tosað og rópt, latið okkum nú í komandi tíðum veruliga finna loysnirnar, tí at peika eftir hvørjum øðrum, loysir ongan trupulleika. Latið okkum tryggja framtíðina og fara til verka beinavegin, soleiðis at øll fáa ein góðan aldurdóm, sum øll hava uppiborið.
X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin til Býráðsvalið til Tórshavnar Býráð