Tað er øgiliga tilvildarligt, hvørji feløg og felagsskapir, fáa pening á fíggjarlógini.
Tað staðfestir Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Herfyri kunngjørdi ungdómsfelagið Framsøkin Ung, sum er ungdómsfelagið hjá Framsókn, at tey halda, at felagsskapurin, Pro Vita, skal verða koyrdur av fíggjarlógini.
Pro Vita stríðist ímóti fosturtøku og tey fáa 300.000 krónur á fíggjarlógini til stríðið ímóti fosturtøku.
Og nú Løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri í ár, reisti Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spurningin.
Hann spurdi hvat Ruth Vang, sum umboðar Framsókn í samgonguni, nú sigur til, at ungdómsfelagið hjá henni mælir til at Pro Vit eigur at verða koyrt av fíggjarlógini.
Og hann spurdi eisini um tað er væntandi at Pro Vita verður koyrt av fíggjarlógini fyri næsta ár.
Tað svaraði Ruth Vang ikki upp á. Men hon staðfestir at tað er øgiliga tilvildarligt, hvør fær játtan á fíggjarlógini, og hvør ikki fær.
– Tað er ringt at síggja nakað gjøgnumgangandi prinsipp fyri hesum, sigur hon.
Hon vísir á, at feløg, sum vara av summum sjúkur fáa milliónir á fíggjarlógini, men aðrar sjúkur fáa ikki eitt oyra – og summir áhugafelagsskapir fáa stuðul á fíggjarlógini, men aðrir fáa ikki eitt oyra.
Hinvegin veit hon, at tað er sera nógv fólk, sum undrast á, at ProVita fær stuðul á fíggjarlógini.
Somuleiðis heldur hon, at tað er sera sunt, at ungfólk seta spurning við játtanirnar á fíggjalógini.
Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðdlokkin, at av royndum veit hann, at pengarnir til Pro Vita fær, er tann besta játtanin á fíggjarlógini.
Hann vísi á, at tá ið Pro Vita varð stovnað, vóru upp ímóti 100 fosturtøkur í Føroyum um árið, men nú eru færri enn 30 fosturtøkur um árið.