Í skjótt tvey ár havi eg heitt á Landssjúkrahúsið at bøta um tilboðið, tá linsur við skurðviðgerð vera skiftar í eygunum, fyri eitt nú grástar.
Havi heitt á eygnalæknan og landssjúkrahúsið, um at geva møguleika fyri at seta betri nøktandi linsur í eyguni, enn gjørt verur.
Fleiri sløg av linsum eru tøkar á marknaðinum, sum í størri mun bøta um sjónina, eisini tá talan er um bygningsfeil.
Skurðviðgerðin er tann sama, sum okkara eygna deild frammanundan ger, stóri fyrimunurin er, at sleppast kann undan brillum, um annað slag av linsum verður sett inn (multifokalar og fyri bygningsfeil, thoriskar linsur).
Fleiri føroyingar, sum hava havt ráð til tess, hava í nógv ár valt at fingið slíka viðger uttanlands, við sera góðum úrslitið.
Dømið eru um fólk, sum hava brúkt brillur alt sítt lív, ið nú brádliga “síggja sum ørnin” uttan brillur.
Tørvurin á hesum tilboðið er so mikið stórt, at útlendskar klinikkir lýsa á føroyskum, við tilboðum um skurðviðgerð, at sleppa undan brillum.
Tað er ófatiligt, at serstakliga Eygnadeildin (helst gamli eygnalæknin) og Landssjúkrahúsið, ikki møta tørvinum, tá hann liggur so beint fyri fótum – at gera hetta til eitt tilboð fyri allar føroyingar, og ikki bert fyri tey, ið hava ráð at gjalda sjálvi.
Vit gera skurðviðgerðirnar frammanundan og bíleggja standard linsur uttanífrá til tann einstaka, eftir máti (mono-fokalar).
- einasti munur er, at vit í staðin gera málrættað bílegging av linsum uttanífrá eftir mátið, ið sampakkar neyva tørvinum hjá tí einstaka (multifokalar og um neyðugt thoriskar).
Her er eitt gylt høvið at javnstilla øll, at geva øllum føroyingum henda møguleika.
Hví hetta ikki verður gjørt, er ófatiligt.
Hervið áheitan um, at nýta høvi at avgreiða “ein skjótt syftan seið”.