Tað er næstan einki til av PFAS-eiturevnum at finna í vatni í Føroyum. Tað vísir ein kanning, Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan hava staðið fyri.
PFAS er ein ovurstórur, umhvørvisligur trupulleiki í fleiri londum, eisini í okkara grannalondum.
Tí varð støða tikin til at kanna viðurskiftini í Føroyum og í hesum sambandi hava tey serliga kannað vatnið, eisini drekkivatnið, umframt at tey hava kannað frárensluvatn, og í evju frá tyrvingarplássum.
Somuleiðis vórðu lívrunnin tøð frá biogassverkinum, Førka, eisini kannað.
Úrslitið er, at einki PFAS varð funnið í royndunum, sum vórði tikin av vatni - uttan í einum føri, har ein sera lítil nøgd av PFAS í einum sýni av drekkivatni.
Men nøgdin var so lítil, at tað bar akkurát til at máta tað, og hon var væl undir hámarkið fyri PFAS í ES og Danmark.
Tað var heldur einki PFAS funnið í lívrunnu tøðunum frá biogassverkinum.
Hinvegin var PFAS funnið í trárensluvatni frá tyrvingarplássinum í Húsahaga, og í frárensluvatni, og evju, frá tyrvingarplássinum í Havnardali - sum annars ikki er í brúki longur.
Men nøgdirnar vóru lítlar og innihaldið í evjuni var væl lægri enn donsku markvirðini.
Úrslitini av hesum kanningunum vísa sostatt, at dálkingin av PFAS í vatni í Føroyum er lítil, siga á Umhvørvisstovuni og á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
PFAS er ein bólkur av evnum, sum verða brúkt í nógvum ymiskum vørum, serliga sum vætu- ella feittverja í klæðum, skóm, pappíri, pappi, teppum, køksútbúnaði, og so framvegis.
Men PFAS er eisini í máling, olju, og eldsløkkingarskúmi.
PFAS eru umhvørviseitur, sum niðurbrótist sera seint í náttúruni, og sum kunnu flytast langa leið við luft og sjógvi.
Nøkur sløg hópast upp í føðiketuni, umframt at tey kunnu hava skaðilig árin á fólk og djór. Fleiri PFAS evni eru bannað í ES og altjóða Stockholm-sáttmálanum, og uppskot eru frammi í ES um at banna enn fleiri PFAS evnum - og eisini at banna PFAS evnisbólkin sum heild.