Tað er bæði undarligt og eisini ein beinleiðis vandi fyri trygdina á sjónum, at oyggjarnar vestan fyri Skotland, eita Suðuroyggjar á Føroyskum.
Tað avgjørdu meining hevur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin - og hann er ikki einsamallur í Løgtinginum um at halda tað.
Í dag fer Løgtingið at umrøða støðuna hjá málráðnum - men annars er føroyskt viðvørt til umrøðu í Løgtinginum.
Og hendan dagin høvdu løgtingslimir eitt rættiliga sermerkt kjak um føroyskt mál og føroysk orð. Upprunin til tað var Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum ilskast inn á, at Hebridurnar, oyggjalandið vestan fyri Skotland, eita Suðuroyggjar á føroyskum.
Tí vildi hann hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, hvat hon heldur um at alsamt fleiri í Føroyum, eisini Kringvarpið, eru farin at rópa Hebridurnar fyri Suðuroyggjar?
Hann vildi eisini hava at vita, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera fyri at forða fyri, at bland í okkara Suðuroyggj í Føroyum og Suðuroyggjar vestan fyri Skotland.
– Fyri okkum mongu er bara ein Suðuroyggj, og tað er syðsta oyggj í Føroyum. Tí kann tað tykjast meiningsleyst at kalla okkara nærmastu grannaoyggjar - Hebridurnar - fyri Suðuroyggjar, heldur hann.
Hann heldur eisini, at tað er beinleiðis vandamikið fyri trygdina á sjónum. Sjálvur hevur hann fiskað har á leiðini í næstan 40 ár saman við skipum úr eini 10 ymsum londum.
– Skuldi ein neyðstøða tikið seg upp, er tað heilt avgerandi, at øll tosa sama mál og brúka somu heiti um lond, oyggjar og staðarnøvn, sigur Henrik Old.
Hann heldur, at so er tað líkamikið, hvat yvirklassin í Havn kallar tað, men í eini neyðstøðu má tað ikki henda, at bland kemur í, sigur hann.
Hann sigur, at tað sama ger seg galdandi við einum øðrum av okkara grannaoyggjum, Shetlandi. Hann sigur, at tað eru føroyingar farnir at kalla Hetland tí at onkur norðmaður, sum helst hevur verið í ørviti av ov nógvum heimabryggi, einaferð gloymdi at skriva S frammanfyri, tá ið skuldi skriva Shetland og tað hava vit latið okkum ávirka av, so nú kalla vit tað Hetland.
Og hann er ikki einsamallur um at handa hetta. Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, er púra samdur við Henrik Old.
– Tað er býtt, at vit eru einasta land, sum ikki kalla tað Hebridurnar, heldur hann.
Hann hevur eisini hug at gera gjøldur burtur úr, at Kap Verde vestan fyri Afrika, eita Grønhøvdaoyggjar á føroyskum, men Cape Cod eitur ikki Toskarhøvdi.
Men Sirið Stenberg dugdi ikki at síggja trupulleikan. Hon sigur, at Suðuroyggjar er eitt gamalt heiti, men at tað er einki í vegin fyri at brúka heiti Hebridurnar. Og í listanum hjá málráðnum yvir lond og tjóðir, eru Hebridurnar høvuðsnavnið, sigur Sirið Stenberg.
Og Suðuroyavegur í Havn er ikki uppkallaður eftir Suðuroynni, men eftir Suðuroyggjum, og hann er í vesturbýnum í Havn í einum grannalagi, har vegirnir eru uppkallaðir eftir okkara grannalondum, Grønlandsvegur, Íslandsvegur, Hetlandsvegur, Noregsvegur, Orknoyarvegur - og Suðuroyavegur.