– Tað gongur spakiliga, men tað verður arbeitt alla tíðina. Tað sigur Bergur Poulsen, formaður í nevndini, sum er sett at fyrireika ætlaða Suðuroyartunnilin.
Hóast tað ikki er so nógv at frætta frá gongdini beint nú, sigur hann, at tað er lív í, og at tað verður framegis arbeitt miðvíst við fyrireikingunum.
Hann sigur at nakrar royndarborðingar eru eftir at gera fyri at fáa eina greiðari mynd av undirgrundini, borast skal ígjøgnum. Tær boringarnar eru í Skúgvi í hesum døgum.
Somuleiðis verður arbeitt við at leggja fíggingina til rættis. Tað er eitt politiskt arbeiðið, sum er í gongd.
Bergur Poulsen sigur, at tað arbeiðið við einum fíggingarleisti, er ikki komið á mál, men tað eru nakrir ítøkiligar tankar um, hvussu fíggingin skal vera. Og hann sigur, at tað er eitt stórt lið á leiðini.
– Tey, sum eru bjartskygd vænta, at ein verklagslóg um tunnilin kann verða løgd fyri Løgtingið longu í heyst, sigur Bergur Poulsen.
Hann sigur at enn vísa allar útrokningar, at hetta er ein verkætlan, sum væl letur seg gera. Men fyrsta stigið er at fáa politiska semju um tað, og tá ið tann semjan er staðfest, kann farast til verka av álvara.
Eitt forprojekt er gjørt og tað vísir, at sjálvur tunnilin kostar 3,4 milliardir krónur, men so koma 400 milliónir afturat fyri vegagerð í Sandoynni, vegagerð í Sandvík, nýggjan Sandvíkartunnil og ringvegur oman fyri bygdina í Hvalba. Sostatt kostar verkætlanin 3,8 milliardir og skal teymur upp í Skúgvi, kostar tað 200 milliónir afturat.
Hetta er í prísum, sum vóru galdandi í fjør, so tað er eitt sindur dýrari nú, men ikki nakað, sum kollveltir verkætlanina, sigur Bergur Poulsen.
Teir hava eisini lagt eina linjuføring og nevndarformaðurin sigur, at tað er einki sum bendir á, at hon ikki kann brúkast. Á Sandi fer tunnilin niður við Skarvanes og í Sandvík kemur hon upp inni í dalinum, nakað innan fyri sjálva bygdina.