Tað er lítið skrivað og skjalfest í myndum og yrkingum um kvinnur deyðar í barsilssong

Fáar lýsingar eru av støðuni, og tað er sum um, at tað ikki verður so persónsgjørt í almenninginum. Tær, kvinnurnar, vera oftast lýstar, sum ein stórur bólkur, ikki við navni og ikki sum mammur og kvinnur, men sum hon sum doyði í barsilssong, segði Sirið Stenberg landsstýriskvinna millum annað, tá ið hon í dag helt røðu í sambandi við, at minnisvarði um kvinnur deyðar í barsilssong, varð avdúkaður í Fuglafirði

Stigtakarar saman við listakvinnuni: Poulina Abrahamsen, jarðarmóður, Guðrið Poulsen, listakvinna, Anne Mette Greve Klemensen, prestur og Brynhild Næs Petersen, mentanarsamskipari í Fuglafjarðar kommunu. Myndir: Almenna- og mentamálaráðið
Almenna- og mentamálaráðið
17. desember 2023 kl. 19:33

Í dag varð minnisvarði til minnis um kvinnur deyðar í barsilssong, avdúkaður í Fuglafirði. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna bar fram røðu:

Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri ta stóru æru, sum mær er víst við at hava høvi at vera við til henda merkisdag, har søga verður skrivað.

Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.

Vit takka mangan fyri góð minnir. Minnini, sum eisini mynda sorgina sum kærleikans prís. Minnini, sum eru tíðarleysar og dýrabarar perlur, sum vit knýta at okkara lívi og tilveru. Vit tosa um minnini fyri at merkja nærveruna við tað og tey, sum eru farin. Tað er sum um, vit hava okkara kæru millum okkum í løtuni- og tíð og stað viskast út. Sum tá ið himmal og hav møtast í havsbrúnni, og vit ikki síggja júst, hvar markið gongur millum hesi bæði, tí tey fyri okkum at síggja eru sum runnin í eitt.

Men minnir kunnu eisini vera so tung, so at ongin muður megnar tey at mæla. Tey stirðna í kroppinum og í tøgnini. Ikki tí, at tey ikki eru til, men tí at tey for tung at seta orð á. Tað snýr seg ikki um, at vit ikki vilja tosa um tey, men vit kunnu ikki, tí so detta vit sundur. Tilveran rapar. Hjartað liggur opið og uttan verju.

Hetta er ikki bara galdandi fyri einstaklingin, men fyri heilar familjur. Og eisini fyri familjur gjøgnum fleiri ættarlið. Tí líka so væl, sum tað sagda verður arvað og borið gjøgnum ættarlið, so verður tað ósagda og upplivaða eisini partur av lívsleiðini og ættararvinum. Tað verður partur av lívssøguni og samleikanum hjá einstaka menniskjanum, familjum, bygdum, oyggjum og landi. Tað verður okkara heimur – okkara lagna.

Soleiðis tykir mær søgan um kvinnur í Føroyum, sum eru deyðar í barsilssong.

Men tann tagda søgan verður í dag søga. Í dag fáa vit eitt minnismerki yvir allar tær kvinnur, sum hava latið lív, meðan tær góvu lív - og soleiðis eisini góvu okkum framtíðina og harvið vónina.

Fyrstu ferð eg hoyrdi nakran nevna, at okkum manglaði eitt minnismerki yvir kvinnur, sum vóru deyðar í barsilssongm var seint eitt kvøld í Løgtinginum, tá ið Rigmor Dam segði tað við meg. Sjálvandi hugsaði eg. Og hvussu ber tað til, at hetta ikki er komið fyri mongum árum síðan? Tað er áhugavert!

Vit hava sterkar siðir og siðvenjur knýttar at minnisvarðum fyri sjólátnum og vita, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum sum fólk og tjóð. Árligi allahalganna minnisdagur er dagur til djúphugsni, virðing, takksemi, grát og til sakn, men eisini til vón. Tað er nakað forloysandi og lekjandi í tí. Tað at hava eitt stað at leggja sína sorgir og at deila sorgina. Tað fremur grøðing, og hjálpir okkum út vónloysinum.

Tað eru Anne Mette Greve Klemensen, Brynhild Næs Petersen og Poulina Abrahamsen, sum saman hava staðið fyri at fáa minnismerkið reist í Fuglafirði í samstarvi við kommuna. Ongin tøkk er nóg stór at bera tykkum fyri hesa vøkru og neyðugu gerð. Tit æra við hesum kvinnur, sum hava latið lív í barsilssong, og tit geva øllum eftirkomarum eitt stað til minnis og til sálarbót. Minnisvarðin talar tí sanniliga eisini tykkum til heiðurs og æru. At tit hava valt at seta minnisvarðan mitt í bygdina, umgirdan av fólki og vøkstri, er ein fjálg umhugsað gerð, sum dagliga fer at minna okkum á kvinnurnar og alt tað, tær bæði mistu og góvu. Tær hava verið ein ósjónligur partur av okkara samleika, men nú koma tær fram í ljósið.

Tit gera eisini kvinnuna, kvinnukroppin, kvinnurættindi og kvinnusøguna sjónliga, og fáa okkum at reflektera.

Tá ið eg hugsi Fuglafjørð, so hugsi eg mentan, virkisfýsni og trúarlív. Tí er tað nokk so sjálvsagt, at minnisvarðin verður reistur her. Tað, sum tit stigtakarar við minnisvarðanum gera, er so virðiligt og vakurt, at tað finnast ikki orð, sum rúma og lýsa tøkkina. Jesuspápin lønir tykkum aftur.

Virðislønta virda listakvinna Guðrið Poulsen hevur gjørt minnismerkið, sum eg eri sera spent at síggja og at hoyra um. Tað, eg havi lisið um tað, sigur mær, at her er væl gjøgnumhugsað samanrenning millum symbolikk og list. At merkið er ein súla, sum er eitt berandi element undir øllum. Grundarsteinurin undir øllum, eins og kvinnan er. Eitt jarðfest merki. Kvinnan, sum doyði, varð varð løgd í jørðina, men við høga minnismerkinum er eisini uppreisn. Og at hon stendur í lundini kring kirkjuna sum ein bulur. Hon ber alt - tolir alt. Hon stendur at kirkjuni. Og hvat annað hava fólk kunnað gjørt, tá ið tað ringasta, sum kundi henda í eini familju, hendir, at mamman doyr, enn at leita sær til kirkjuna og Guðs orð. Tað er neyvan nakar ivi um, at sterka gudstrúgvin, og vissan um at leggja alt í Harrans hendur hevur verið bjargingin saman við fólki, sum hava verið til hjálpar.

Vit skulu ikki so langt aftur í søguna fyri at kunna staðfesta, at tað neyvan finst nøkur familja, sum ikki hevur upplivað, at ein kvinna doyði í barsilssong. Afturat hesum var barnadeyðiligheitin eisini høg. So mong hava eisini mist børn. Lívskorini hava verið hørð. Familjur er spjaddar, nógv eru vaksin upp hjá familju og kenningum. So í nógvum førum hava børnini ikki einans mist mammuna, men systkin, bygd, ommu og abba, kanska pápa, eisini tí sorgin hevur rakt hann so meint, at hann kann hava havt trupult við at megnað tilveruna. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu børnini hava havt tað. Tað hevur nokk bæði verið gott og minni gott. Neyvan hevur tað verið lætt.

Í dag er tað tíbetur sera sjáldan, at kvinnur doyggja í barsilssong, men tað kann enn henda. Góð ljósmøðratænasta við høgari fakligheit hevur broytt hetta grundleggjandi. Ljóðmøður eru lívsneyðugar. Tær hava broytt okkara lívskor við síni vitan og førleika. Heilivágur, reinføri, heilsuupplýsing, kanningaramboð o.a. hevur ómetaligan týdning. Sama er við preventión, sum ger, at kvinnur fáa færri børn.

Í gomlum ljóðsmøðrabókum er skrásett, hvussu nógvar konur doyðu í barsilssong, og hví. Tað er áhugavert at lesa, og eisini at síggja hvussu talið minkar ár um ár, sum vit nærkast okkara tíð. Vísindini og góð sosial kor hava alt at siga og hanga óloysiliga saman.

Í heimshøpi doyggja tó enn 800 kvinnur hvønn dag, árið runt, í sambandi við barnsburð. Tað er ein annan hvønn minutt. Tað gongur tíverri striltið at fáa tølini at lækka. Fátækari eitt land er, fleiri kvinnur doyggja. Hetta kunnu vit taka til okkum og sjálvsagt gleðast um, at vit eru komin so langt sum vit eru, men sanniliga eisini í samhuga við okkara medsystrar í øðrum londum og veita menningarhjálp og stuðul til hesi menniskju - okkara næstar. Ein føðandi kona er nógvastaðni enn tann dag í dag, ein kvinna við øðrum beininum í grøvini.

Hóast nógvar kvinnur eru deyðar í barsilssong í Føroyum, um vit bara fara nøkur fá áratíggju aftur, so er ikki nógv skrivað, skjalfest, myndað ella yrkt um tað. Fáar lýsingar eru av støðuni, og tað er sum um, at tað ikki verður so persónsgjørt í almenninginum. Tær, kvinnurnar, vera oftast lýstar, sum ein stórur bólkur, ikki við navni og ikki sum mammur og kvinnur, men sum hon sum doyði í barsilssong. Men aftan fyri hvørja kvinnu, hvørt navn, sum er deyð í barsilssong, býr ein lagna sum hevur ávirkan á hópin av øðrum menniskjum. Aftanfyri hvørt navn er ein familja. Og aftan fyri hvørt navn er ein kona við síni serstøku lívssøgu, sum bleiv alt ov stutt. Tann søgan skal eisini sigast.

Í heimssøguni eru onkrar frásagnir um kvinnur deyðar í barsilssong. Tann kendasta er nokk søgan um Taj Mahal, heimskendu tignarligu marmor glæstriborgina í Agra í India, sum verður mett at vera millum heimsins vakrastu bygningsverk, eitt av heimsins undrum og bygt í kærleika. Søgan er, at kona keisaran doyði í barsilssong í 1631, og at keisarin var so sorgarbundin, at hann græt í samfullar 8 dagar, hárið gránaði hesar dagarnar, og hann orkaði ikki at liva. Hann setti sær síðan fyri at byggja heimsins vakrasta stað sum minni um konuna, sum hann elskaði. 20.000 mans bygdu slottið. Í dag er Taj Mahal á UNESCO listanum um heimsins mentanararv. Nokk fyrsta slott bygt til minnis um eina kvinnu.

Nú uml. 400 ár seinni fáa vit okkara minnismerki í Føroyum. Og mær vitandi eru tað enn bara Føroyar og India, sum hava slík minnismerki.

Tað, sum hendir í Fuglafirði í dag, er søguligt. Vit æra og minnast kvinnurnar og hevja tær hátt. Tað er virðiligt fyri tær farnu og neyðugt fyri tey, sum hava mist. Nú kemur ein tíð, har vit fara at tosa um tær, sum doyðu í barsilssong. Nevna tær at navni. Læra teirra lívssøgur at kenna.

Minnisvarðin er eisini týdningarmikil fyri bæði nútíðina, framtíðina og okkara ungu. Við hesum kunnu tey læra at taka søguna við sær, tá ið framtíðin verður skapað. Vit eru eisini tað, vit koma frá.

Tí, sum eg byrjaði við. Tað, sum vit minnast, verður ikki burtur, men verður nærverandi okkara millum.

Stytsti dagur nærkast, og skjótt verður alt ljósari. Soleiðis er eisini við lívinum. Dagurin er ongantíð so myrkur, at sólin ikki rísur aftur. Vónandi fer hesin minnisvarði at hjálpa okkum bæði at minnast og at liva eitt vónríkt lív.

Við orðunum, sum tykkara bygdarkvinna Lív Næs, saman við Tróndi, syngur so yndisligt, takki eg fyri meg.

"Har finst ein troyst, har finst ein havn

Til tey vit sakna, ja, hvørt eitt navn"

Takk!