Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Riga, har Lettland verður vertur hjá føroyska landsliðnum.
Avrikið leygardagin á heimavølli ímóti Norðurmakedonia var so mikið gott, at tað liggur í luftihni, at føroyska liðið fer at vera í somu útgávu, sum tað var frá fyrsta bríksli ímóti Norðurmakedonia.
Tað eru átta ár síðani, at Lettland fyri fyrstu ferð var mótstøðulið hjá Føroyum. Síðani tá hava Føroyar og Lettland dystast seks ferðir í landsdysti í fótbólti. Fýra ferðir er tað endað javnt, og Føroyar og Lettland hava vunnið hvør sín dyst.
Merkisvert er tað, at tað ongantíð eru skorað fleiri enn tvey mál.
Føroyski sigurin var í fyrsta dystinum, sum var á Skonto leikvøllinum í Riga. Tað er sami vøllur, har dysturin í kvøld verður spældur. Tá vunnu Føroyar tvey mál, og tá vóru Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.
Einasta tapið var í Baltic Cup 11. juni í ár, tá ið Lettland vann 1-0.
Í hesum seks dystunum hava Føroyar skorað fimm mál, og Lettland hevur skorað fýra mál.
172 07102016 HM Lettland – Føroyar 0-2 (Sonni R. Nattestad, Jóan Símun Edmundsson)
179 07102017 HM Føroyar – Lettland 0-0
181 22032018 V Føroyar – Lettland 1-1 (Atli Gregersen)
202 10102020 NL Føroyar – Lettland 1-1 (Odmar Færø)
205 14112022 NL Lettland – Føroyar 1-1 (Gunnar Vatnhamar)
242 11062024 BC Lettland – Føroyar 1-0