Tað er ikki sørt pínligt at vera vitni til

Fólkaskúlin má læra børnini fólkaskikk, heldur nevndarlimur í lærafelagnum

Áki Bertholdsen
22. januar 2024 kl. 11:30

Vit kunnu ikki taka sum givið, at heimini læra børnini allar siðvenjur og mannagongdir á so nógvum ymiskum økjum, sum helst var meira vanligt fyrr. Tað heldur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

– Samfelagið er so nógv broytt síðstu nógvu árini. Hetta mugu vit í skúlanum bara góðtaka og arbeiða út frá, sigur hann.

Í Skúlablaðnum nevnir hann tvey dømi um, at tað er neyðugt hjá skúlanum at læra næmingarnar at vísa virðing

Tað fyrra dømi er gamli siðurin, at skúlanæmingar fara í kirkju á jólum. Tað er altíð ein hátíðardámur undir jólagudstænastuni har kirkjan er stúgvandi full av børnum og ungdómum, heldur hann.

Men hann heldur eisini, at hendan løtan kann eisini tíverri hava eina eitt sindur keðiliga slagsíðu. Hann heldur nevniliga, at tað sær ikki út til at nakrir næmingar vita, hvussu vit bera okkum at tá ið vit eru í kirkju.

– Hetta er kanska einki at siga til, tí fleiri næmingar eru ikki vanir at ganga í kirkju, sigur Bergur Samuelsen.

– Aðrir næmingar kenna skipanina, men virða hana ikki nóg væl. Her mugu vit lærarar vera uppgávuna vaksnir og lúka ónollur burtur, leggur hann afturat.

Áðrenn gudstænastuna eiga næmingarnir at fáa greitt at vita, at í kirkjuni sita vit still, vit hyggja ikki í telefon, vit hava ikki føturnar á bonkinum frammanfyri, vit fara úr húgvuni ella keppinum, vit sita ikki og skava við jakkum og øðrum, meðan biðisløgini verða sligin og vit reisast ikki og fara út fyrr enn teir hava tørn, sigur hann í Skúlablaðnum.

– Vit mugu læra tey at ganga í kirkju, sum so nógv annað, ið vit mugu læra tey. Vit kunnu ikki taka sum givið, at heimini læra børnini allar siðvenjur og mannagongdir á so nógvum ymiskum økjum, sum helst var meira vanligt fyrr.

– Samfelagið er so nógv broytt síðstu nógvu árini. Hetta mugu vit í skúlanum bara góðtaka og handla út frá.

Hitt dømi hann nevnir, er tá ið lærarar fara við næmingum at vitja skúlar, samkomur, ella annað. Eitt nú er tað siðvenja, at 7. flokkarnir vitja yrkisnám á Glasi á hvørjum ári. Hann sigur, at teir flestu næmingar uppføra seg fyrimyndarliga, men aftur her eru tað nakrir, sum sussa og fjasa á telefonini, meðan umboð fyri Glasir sigur frá.

– Tað er ikki sørt pínligt at vera vitni til, og tí skal slíkt manast í jørðina sum skjótast. Allir næmingar mugu læra vanligan fólkaskikk og at vísa virðing, serliga tá ið vit eru úti sum gestir. Tað er minsta krav, sigur nevndarlimurin í Lærarafelagnum.