Nógvir bilar standa og bíða. Mynd av Facebook
Tað er ikki koyrandi um Gøtueiði
Har er so hált, at vegurin má reinsast
Áki Bertholdsen
9. september 2024 kl. 11:51
Beint nú er vegurin um Gøtueiði Stongdur. Landsverk sigur, at har er nakað væl av olju er komin á vegin og har er sum á flundrubaki. Mortan Olsen, leiðari við vegdeildina hjá Landsverk sigur, at har er so hált, at tað er ikki koyrandi og tí hav tey rætt og slætt gjørt av at steingja vegin.
Roynt verður nú at reinsa vegin aftur, men hann veit ikki, hvussu langa tíð tað fer at taka. Beint nú vita tey ikki, hvaðani oljan stavar.
Gøtueiði er ein høviðsferðsluæðr í øllum miðstaðarøkinum, so har standa heilt nógvir bilar og bíða...