Tað er framvegis ikki loyvt at flyta seyð ímillum oyggjarnar

Men tað ber til at fáa undantaksloyvi - men ikki í øllum førum

Áki Bertholdsen
14. september 2023 kl. 09:35

Nú flettingin stendur fyri durum, minnir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á, at tað er ikki loyvt at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar. Tað er fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, men tað ber til at fáa undantaksloyvi í teimum førum, at tað ikki er ein stórur vandi fyri smittuspjaðing. 

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin, ella at flyta hann frá djórahaldi við smittandi sjúku. 

Tað er heldur ikki loyvt at flyta seyð úr hagapørtum, har ridluskriði er staðfestur – men eisini í hesum føri kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi til hetta.

Ridluskriði er staðfestur í trimum oyggjum, Streymoy, Eysturoy og Fugloy.

Tí hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan tikið avgerð um, at loyvi verður ikki givið til at flyta livandi seyð av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni. Hetta er eisini galdandi fyri seyð, sum skal slaktast og endamálið er at forða fyri, at ridluskriði breiðir seg  

Flutningsloyvið verður framvegis givið til flutning av seyði til hesar oyggjarnar, men seyðurin kann so ikki flytast av teimum aftur.

Hinvegin er tað loyvt at flyta seyð ímillum tey ymsu plássini í Streymoy, Eysturoy og í Fugloy. 

Men Sum heild mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðiliga frá øllum óneyðugum flutningi. Og hóast tað tilmæli er galdandi fyri alt landið, er tað serliga galdandi fyri Streymoynna, Eysturoynna og Fugloynna. 

– Hagarnir, har ridluskriði er staðfestur, hava tó fingið forboð fyri at flyta seyð úr hagunum.

– Fólk, sum ferðast ímillum ymisk øki við seyðahaldi, eigen at vaska stivlarnar hvørja fer tey fara av einum plássi í annað.

Tað ber til at fáa flutningsloyvi til seyð úr oyggjum, har ridluskriði ikki er staðfestur. Men skal seyður flytast ígjøgnum Streymoynna ella Eysturoynna, skal hetta gerast uttan drál og beinleiðis til móttakaran.

 

100 prosent deyðilig

Ridluskrið er ein seyðasjúka, sum er ólekilig, og sum seyðurin altíð doyr av.

Fyrsti tilburður av ridluskriða í Føroyum var staðfestur í 1984. Tá varð allur seyðurin I tí seyðahaldinum avtikin, og krøv vórðu sett um fráboðanarskyldu, tá ið illgruni var um ridluskria.

Síðani hevu ridluskriði tikið seg upp ymsastaðni og í 2012 var ein tilburður av ridluskriða staðfestur í einum hagaparti á Skælingi og nú er ridluskriði staðfestur í fleiri hagapørtum í hesum økinum.

 Ridluskriði staðfestir í fleiri hagapørtum

Annars er ridluskriði staðfestur í hesum hagapørtum:

Streymoy

Skælingshagi, Norðaripartur, Skælingur

Skælingshagi, Sunnaripartur, Skælingur

Leynahagi, Uttan fyri Húsini, Leynar

Ognarhagin, Kvívík

Frammi í Haga, Kvívík

Heygshagi, Kollafjørður

Presthagin, Heimi í Haga, Norðradalur

Kongshagi, Úti í Haga, Norðradalur

Syðradalshagi, Norðaripartur, Syðradalur (S)

Syðradalshagi, Sunnaripartur, Syðradalur (S)

Sundshagi, Innaripartur, Sunds bygd

Bíggjarhagi, Vestastipartur, Kaldbak

Glyvurshagi á Streymoynni

Tórshavnar økið

Trøð í Streymnesi

 Eysturoy

Skálafjall, Ytripartur

Harafturat er ridluskriði eisini staðfestir í Fugloy

Av øllum oyggjunum, er tað bert í Stóru Dímun, at kanningar eru gjørdar, og hava tær víst, at ridluskriði helst ikki er í oynni. 

– Restin av oyggjunum eru ikki kannaðar, og er ridluskriða-støðan tí ókend, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Nú ber til at fáa Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at gera ílegukanningar av seyðinum fyri at bøta um mótstøðuførið hjá seyði ímóti ridluskriða, Samstundis skulu eftirburðar, og leivdir at slaktinum, ikki burturbeinast soleiðis at seyður ikki sleppur framat.