Maskinmeistarar hjá landinum fáa tríára sáttmála
Karmurin er tann sami, sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, men tað eydnaðist Maskinmeistarafelagnum at fáa nýggjar eftirlønargevandi viðbøtur fyri leiðslu og serliga ábyrgd við í semjuna um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar á landi. Møguligar broytingar í lønartalvu og viðbótum skulu viðgerast í sáttmálaskeiðnum
Seinnapartin skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið undir semju um nýggjan tríára sáttmála fyri alment settar maskinmeistarar á landi. Sáttmálin kemur í staðin fyri tann, sum gekk út 30. september 2022, og sjálvur lønarkarmurin er tann sami, sum hjá hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið seinastu mánaðirnar hava endurnýggjað sínar sáttmálar.
Sostatt hækka lønirnar við 3,8 prosentum fyrsta árið, galdandi frá 1. oktober 2022, við 4,2 prosentum næsta árið, galdandi frá 1. oktober 2023, og 1. oktober í ár hækka lønirnar við 4,75 prosentum.
Týðandi batar
Tó at karmurin er hin sami sum hjá hinum feløgunum, er tað eydnast at fáa týðandi batar á annan hátt, eitt nú nýggjar viðbøtur fyri leiðandi arbeiði og arbeiði við serligari ábyrgd. Hesar nýggju viðbøturnar skulu harafturat teljast við í grundarlagið undir eftirlønini, og tað er eitt, sum Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er serliga fegin um.
- Tað er kanska tað størsta framstigið fyri okkum í hesi semjuni, tí fyri okkara part ræður tað um at fáa so nógv sum gjørligt av øllum slagi av løn og samsýningum at vera eftirlønargevandi. At tað eisini er eydnast at sannføra mótpartin um tað skilagóða í hesum, er sjálvandi ein vinningur í aktuellu semjuni, men ikki minst hevur tað stóran prinsipiellan týdning frameftir, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Við í semjuni er eisini eitt protokollat, har partarnir eru samdir um at endurskoða og møguliga dagføra lønartalvuna og viðbøturnar.
- Eisini her er talan um eitt rættiliga prinsipielt framstig, tí mótparturin ásannar, at tað ber til at viðgera og broyta upp á eitt nú flokkingar, ið møguliga eru skeiklaðar, í sjálvum sáttmálaskeiðnum, sigur Arnfinn Bech. Hann rósar samráðingartoyminum hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at hava víst góðan vilja at røkka semju í samráðingunum.
Sáttmálarúgvan minkar
Nú semja er um sáttmálan fyri alment settar maskinmeistarar á landi, er bert ein sáttmáli millum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið eftir at fáa undir land – tað er sáttmálin fyri maskinmeistararnar hjá Vørn, og tær samráðingarnar byrja beint eftir summarfrítíðina.
Til alt hetta sáttmálasamráðingarumfarið hoyrir tó eisini sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, fyri SEV og IRF. Samráðingarnar um tann sáttmálan slitnaðu 5. juli, og semingsmaðurin bleiv boðsendur. Vegna summarfrí fer semingin tó ikki í gongd fyrr enn eftir ólavsøku.