Tað er ein styrki at vit eru so lítil

Gongur tú einar 200 metrar ert tú komin runt til nógv av tí, sum er at vitja

Í Fuglafirði er nógv at fara til og tað er ein styrki, at tað er stutt at fara til tað, sum er at vitja í bygdini
Áki Bertholdsen
16. mai 2024 kl. 18:30

Smátt kann eisini vera gott - og tað er tað í okkara føri

Tað heldur Kristina Gry Berg á ferðavinnuskrivstovuni í Fuglafirði.

Í Fuglafirði er nógv virksemi, sum hevur við mentan, trivnað og ferðavinnu at gera. Og Kristina Gry Petersen heldur, at tað er ein stór styrki hjá Fuglafirði, at bygdin er so tætt bygd. Fuglafjørður er kringsett av høgum fjøllum og umframt at vera tættbygd, er bygdin eisini ofta í lívd fyri vindinum.

– Gongur tú einar 200 metrar, ert tú komin runt til tað mesta, sigur hon.

Hon sigur, at tað, sum eyðkennir Fuglafjørð, er alt tað kreativa, sum er í bygdini.

– Vit hava Piddasa handil við alskyna heimavirkaðum vørum og í sama húsi er eisini Ribarhús, har tað eru framsýningar og tiltøk alt árið.

Ikki langt haðani er matstovan Muntra, sum er elsta matstova í landinum - undantikið tær, sum gistingarhúsini hava havt.

– Ein av okkara styrkjum er, at vit hava so nógvar sermerktar handlar í bygdini, sum fólk koma langvegis frá at vitja, sigur hon.

– Vit hava eisini eina miðstaðarlund við tí hugtakandi minnisvarðanum yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong - og har er eisini ein uttandura kaffistova tá ið veðrið er til vildar. Stutt haðani er mentanarhúsið, har tiltøk eru við jøvnum millumbilum.

Elstu hús í Fuglafirði, Høvdahúsini, eru eisini opin fyri ferðafólki. Tey vórðu bygd í Lamba í 1906, men 30 ár seinni vórðu tey flutt til Fuglafjarðar. Í Fuglafjørði eru tey eisini flutt til tey nú standa har tey eru.

Kristina Gry Berg sigur, at tey hava skipað ein túr, sum gongur í Høvdahúsini, niðan í Kirkjuna og til minnisvarðan.

Men so hava vit eisini ein sand, har fólk plaga at fara út í, eisini heilar familjur við børnum, og sum heild er Fuglafjørður eitt barnavinarligt ferðamál.

Eitt annað ferðamál, har tað er lætt at fara, eisini við børnum, er undir Blábjørg at njóta friðin og útsýnið har.

Tey, sum orka og tíma, kunnu eisini fara ein túr upp á Blábjørg. Annars er tað eisini ein vælumtóktur gongutúrur at fara úr Fuglafirði, upp um fjallið, til Hellurnar, har vit hava tað, vit plaga at kalla verðins minsta brandstøð.

– Summi ganga eisini hinvegin og enda túrin í Fuglafirði við tí, sum her er at síggja, leggur hon afturat.

Hon sigur, at ikki minst eru tað arbeiðspláss, og aðrir bólkar, sum fara hendan túrin

Fyrsta vikuskiftið í juli er Varmakeldustevna, men tað eru tað ítróttarfeløgini, sum taka sær av.