Bara eitt lið kann lokka Árna Frederiksberg at skifta KÍ út.
Tað skrivar norska vg.no, ið hevur gjørt samrøðu við nummar sjey hjá KÍ.
Renn og keyp, segði Carl-Erik Torp, serfrøðingur hjá NRK, í eini sending eftir at Árni Frederiksberg skoraði tvey mál í fyrru uppgerðini móti Molde í Champions League undankappingini.
Kjetil Rekdal, norskur venjari og fyrrverandi spælari, er eisini bergtikin av KÍ spælararnum.
- Eg eri ikki vísur í at hann hevði passað til Molde, men í einum eitt sindur smærri felagi mitt á træðnum hevði hann verið gull verdur, segði Rekdal og legði afturat:
- Hann tekur innkast, langskot, hornaspørk og fríspørk. Tað er ein kanónkúla hvørja ferð.
Men maðurin, ið alt snýr seg um fer ikki upp at flákra av rósandi orðunum.
- Tá eg skrivaði undir við KÍ hugsaði eg, at hetta er seinasta felagið eg spæli fótbólt í. Nú eri eg 31 ára gamal, so man veit ikki hvussu nógv góð ár man hevur eftir í sær. Nú vil eg bara njóta hetta her, sigur Árni Frederiksberg við VG dagin eftir bragdið móti Molde.
Spurdur um hvat hann hevði svarað um Liverpool ringdi sigur hann:
- Ja tað er ein heilt annar spurningur. Tað hevði verið ógjørligt at sagt nei til. Men bara tí man spælur væl í nakrar Champions League dystir, so kemur Liverpool nokk ikki at ringja sum tað fyrsta. Tað er eitt annað støðið, sigur hann og flennir um yndisfelagið frá barndóminum.
KÍ venjarin, Magne Hoseth, heldur at feløg kundi goldið upp móti 50 milliónum um støðan ikki hevði verið so “serlig”.
- Hann er stjóri í eini fyritøku og hann hevur eina familju, sum hann er sera bundin at. So at hann fer frá hesum ævintýrinum, tað kundi eg aldrin ímynda mær. Tað má eg siga, sigur Magne Hoseth við VG.
Árni Frederiksberg hevur skorað seks mál og lagt upp til eitt í einans fimm dystum í ársins Champions League undankapping.