Tað dregur út við ætlanini hjá Varðanum á Tvøroyri at byggja út

Nú sleppa tey, sum eiga hús við virkið hjá Varðanum, at siga sína meining

Áki Bertholdsen
16. september 2024 kl. 10:13

Tað verður ikki heilt enn, at Varðin Pelagic sleppur at byggja virkið á Tvøroyri út við einum virkið, sum skal gera lýsi, fiskamjøl og súrløgu.

Umhvørvisstovan hevur nevniliga tikið avgerð um, at virksemið skal hava eina nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um alt virksemið hjá Varðanum Pelagic á havnarlagnum á Tvøroyri.

Umhvørvisstovan sigur, at Varðin Pelagic hevur søkt um at fáa eina nýggja umhvørvisgóðkenning og saman við umsóknini hava tey sent tilfar um bæði verandi, og ætlaða, virksemið á Tvøroyri.

– Við støði í hesum upplýsingum hevur Umhvørvisstovan gjørt eitt uppskot til umhvørvisgóðkenning. Í uppskotinum til umhvørvisgóðkenning vera ymiskar treytir settar til virksemið, eitt nú til spillluft, spillvatn, óljóð, ristingar, ljós, burturkast, goymslur, tilbúgving, innaneftirlit og kanningar.

– Áðrenn endalig avgerð verður tikin, skal uppskot um umhvørvisgóðkenning sendast til viðmerkingar, ella hoyringar, hjá viðkomandi pørtum.

– Í hesum føri hevur Umhvørvisstovan gjørt av at víðka hoyringina, so at at eisini grannar hjá virkinum eisini kunnu koma við viðmerkingum.

– Hetta verður gjørt fyri at upplýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn endalig avgerð verður tikin um umhvørvisgóðkenningina, sigur Samstundis ger Umhvørvisstovan vart við, at talan er um eitt uppskot, og at avgerðin um umhvørvisgóðkenning enn ikki er tikin.

Viðmerkingarnar, sum verða sendar inn, verða ein partur av viðgerðini, áðrenn endalig avgerð um umhvørvisgóðkenning verður tikin.

Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 4. oktober 2024, sigur Umhvørvisstovan.

Tað var uppundir jól í 2022, at Varðin søkti Tvøroyrar Kommunu um byggiloyvi til at byggja virkið til at gera lýsi, fiskamjøl og súrløgu. Varðin hevur sagt, at frá tí at tey fáa byggiloyvi fer tað at tað hálvtannað til tvey ár at reisa virkið.