Løgmaður átti at avgreitt málið í mai, við einari ávaring og biðið Ingilín rætta og greitt frá. Í staðin endaði tað, við einari uppsøgn og tað í verri er.
Hóast málið er sera einfalt, vita 90% av fólkinum ikki, hvat málið snýr seg um.
Landsstýrisfólk hava, sambært lóg, ikki loyvi at siga ósætt fyri Løgtinginum. Sostatt skulu slík mál viðgerðast. Um Bústaðir er haldført ella ikki, er óviðkomandi. Ingilín segði “onga ábending” hóast hon hevði frágreiðing og skriv um greiða ábending.
Tað er óviðkomandi um ábendingin er røtt ella ikki. Gammeltoft staðfesti, at tað ikki er upp til Landsstýrisfólk, tá Kári P Højgaard, at avgerða, hvør frágreiðing skal leggjast við og hvør ikki skuldi leggjast við. Sjálvt um vit í dag vita, at frágreiðingin Kári P legði við, var røtt og tann hann fjaldi, var skeiv. Kaj Leo metti seg, sum áhoyrara, uttan ávirkan á fundi. Gammeltoft segði at Løgmaður var at rokna sum fundarluttakari í nevnd, har hann onki hevði at siga. Tí segði Kaj Leo ósætt við vilja. Bæði brot takseraði Gammeltoft til ávaring/átalu.
Brúktu tímar at gera sannheit til lygn
Vit hava frágreiðingar frá serfrøðini. Bandaðar upptøkur av tí sagt bleiv. Allíkavæl sóu vit politikarar, av Løgtingsins røðarapalli í tímar, royna at greiða frá, at tað sum stendur í hesum frágreiðingum, ikki skal skiljast soleiðis, sum tey sum hava skriva frágreiðingarnar siga, tað skal skiljast.
Og so lukka tvey tingfólk ballið. Tey skera tað út í papp við fakta og tíðarlinjum. Eftir stendur, riðil av tingfólki, sum just hava roynt, at lúgva seg frá sannleikanum. Ein syndarlig avdúking av elendiheit.
Málið byrjar fyrst í árinum tá tað verður lagt fram. Løgtingsgrannskoðarar biðja Landsgrannskoðanina kanna Bústaðir. Frágreiðingin, datera 12 mars sigur, at langtíðar haldføri er ivasamt. Løgtingsgrannskoðararnir viðgerða hesa sama dag og næsta dag við og senda boðini viðari til Ingilín Strøm, við skrivi sum greitt sigur, at støðan ikki er góð.
Frágreiðingin frá Januar, er datera 8 mai og journalisera undir nevndarviðgerð, har álit bleiv lagt fram 11 apríl. Og nevnt bleiv við triðju viðgerð, 15-17 mai, at bíða bleiv eftir frágreiðingini. Her er enntá lítið skil í journaliseringini.
Løgmaður á kantinum við sannleikan
Roknskapurin frá Bústaðir, við milliónum í halli, og broyttum roknskaparhátti, kemur dettandi inn í málið í seinastu løtu, soleiðis at Løgmaður ikki fær tíð at skilja tað hann lesur. Hann citerar og er uttanfyri ella á kantinum við sannleikan á Løgtingsins røðarapalli, í royndini at bjarga støðuni. Kanska Løgmaður grynnur, men hann fekk ivaleyst uppí stivlarnar.
Til seinasta nevndarfund til seinna umfar av triðju viðgerð skrivar nevndin:
Minnilutin í Trivnaðarnevndini skrivaði í álitinum: “Vit ivast stórliga í, um ein so lemjandi atfinning viðvíkjandi haldførinum verður rættað einans við at brúka meira KT og við at byggja hægri og við færri skeivum vinklum. Jú alt gera mun, men vit eru als ikki sannførd um, at hetta er nóg mikið”
Eisini stendur: “Í fyriliggjandi lógaruppskoti verður skotið upp at gera nógvar broytingar, og tí varð landsstýriskvinnan spurd, um hon hevði tikið undir við, at lániheimildin bleiv tikin burturúr uppskotinum, meðan hinar broytingarnar stóðu eftir. Hesum tók hon ikki undir við”
At staðfesta at Ingilín segði ósætt er sera einfalt. Tað bleiv eisini gjørt í Løgtinginum av tveimum Tjóveldis umboðum í sama minutti hon segði tað. Síðan er tað eisini staðfest av umsitingini í Løgtinginum. Og av einmæltari Landsstýrismálanevnd.
Eisini síggja vit tað óvanliga, at Ingilín er fyrst at taka orðið og Løgmaður tekur orðið. Andstøðan sigur í orðaskiftinum, at samgongufólk verða tryst at atkvøða fyri uppskotinum. Nokta bleiv eisini at taka lánsheimildina úr uppskotinum.
Orsøk er eisini at halda, at útsøgning “onga ábending” er, eftir mátistokki hjá Gammeltoft, ein tilætla roynd at villeiða Løgtingi soleiðis at málið ikki bleiv felt.
Ikki øll vingla eftir áheitan
Allir politikarar, eisini Løgmaður, kenna Liljuna Weihe. Hvørki Løgmaður ella nakar annar fær hana at skifta meining av politiskum orsøkum í slíkari støðu. At halda tað er býtt. Erling var eisini greiður beinan veg. Kenni hann ikki, men hann tykist ikki verða ein, sum vinglar eftir áheitan.
Staðfestast kann tí, at politiskt trýst fekk Landsstýrismálanevndina at bakka, meðan Liljan og Erling fingu ikki nakað sakligt argument fyri at skifta meining og tey bakka ikki fyri politiskum trýsti eina.
Í mai, áttu øll at vita, at Ingilín Strøm hevur ein trupulleika. Samgongan hevði ein trupulleika.
Løgmaður átti tá at vita, at nú lá bólturin hjá honum, líka mikið treytaleysa stuðulin og luttøkuna í orðaskiftinum. Jacob Vestergaard bíðaði nakrar dagar, áðrenn hann sendi kæru, tí hann gekk út frá, at okkurt fór at henda.
Kæran kom og so bíða øll. Málið er einfalt og greitt, og niðurstøðan einmælt. Og so er eldur í kolinum.
Revsilógin hjá Aksel, Høgna og Poul
Vit hava í slíkum málum tvær revsilógir. Eina sum Aksel, Høgni og Poul samtyktu sínamillum tá teir sótu í andstøðu og eina sum Gammeltoft gjørdi í samband við CIP málið. Hesar eru báðar politiskar. Tí er frítt val og í prinsippinum ber til at gera eina triðju.
Tað er greitt, at lógin hjá CHE merkir, at Ingilín má úr starvi. Men lógin hjá Gammeltoft, merkir í mesta lagið eina átalu.
Samgongan rann undan ábyrgd og andstøðan, setti fram misálit, sum er einasti møguleiki tey hava. Flestu áttu at vita frammanundan, at undirtøka var fyri hesum misáliti. Høgni og Aksel áttu at vita hetta síðan í mai.
Revsilógin hjá Aksel, Høgna og Poul átti at verið avtikin, heldur enn at gera undantak fyri Høgna og Ingilín.
Løgmaður rann undan ábyrgd
Av hesum kunnu vit læra, at málið var einfalt og greitt og tí var tað uppgávan hjá Løgmanni at loysa. Men Løgmaður røkti ikki sína eftirlitisskildu.
Høgni Hoydal rann undan ábyrgd, tí hann átti at vita endaliga úrslitið og kravt at Løgmaður gjørdi sína skyldu longu í mai.
Úrslitið av atgerðarloysi var, at vit staðfestu, at 16 Løgtingslimir fóru so langt sum at verja staðfest lógarbrot, tó at tey vistu, at misálit fór at blíva samtykt.
Somuleiðis staðfesta vit, at flokstoppar, hava lagt tryst á síni egnu, í royndini at útseta ella í ringasta føri at krógva sannleikan.
Støðan í Tjóveldi gjørdist so óheppin, at tað illa kundi enda soleiðis, uttan at Løgmaður hevur hótt við samgongusliti.
Endin var, at Ingilín átti eina ávaring, men noyddist frá, og fíggjarstjórin í Bústaðir er nýggjur stjóri í Landsverk.