Navnið Cavling kenna tey flestu orsakað av Cavling-virðislønini, sum er størsta journalistiska virðislønin í Danmark. Heiðurslønin er uppkallað eftir Henrik Cavling, sum fyrst var journalistur og síðan blaðstjóri á Politiken frá 1905 til 1927. Hesa tíðina kollvelti hann danskan og eisini norðurlendskan journalistikk. Politiken gjørdist fólksligt blað við spennandi frásagnum um gerandislívið hjá fólki, upplagið fleirfaldaðist, og mong onnur bløð hildu somu leið
Henrik Cavling var fyrsti veruligi journalisturin í Danmark. Hann legði alstóran dent á at hava gott málsligt flog, og hann hevði framúr góðan ans fyri at siga frá sjálvt teimum smæstu søgunum á áhugaverdan og viðkomandi hátt. Tíðliga gjørdist hann væl við meginpartin av teimum stóru mentanarligu persónmenskunum í Danmark, m.a. Georg og Edvard Brandes, Johannes V. Jensen, Henrik Pontoppidan, Viggo Hørup og Holger Drachmann.
Men dani var hann ikki av uppruna. Hann var sonur tveir svenskar analfabetar, sum fluttu til Danmarkar miðskeiðis í 19. øld. Tey itu Jeppe Olsen og Bengta Olsen, fødd Cavling. Hóast tey bæði ikki dugdu at lesa og skriva á ungum árum, vóru tey skilafólk, ið fingu 10 børn og skaptu sær eina sámiliga tilveru í Danmark. Tvey børn teirra doyðu tíðliga, men hini átta vóru øll gløgg og stóðu seg væl. Tíðliga segði mamman, at Henrik fór at gerast okkurt serligt, tí mong merkilig hugskot mólu runt í høvdinum á honum.
Henrik Cavling varð føddur í 1858, og tá hann var 11 ára gamal, stóðu hann og nakrir vinmenn ein dagin í Lyngby og bíðaðu eftir kongi, sum skuldi inn á Sorgenfri Slot. Teir skuldu syngja ein sang fyri kongi, meðan hann koyrdi inn á slottið í hestavogni. Tá hetta hendi, sá Cavling tríggjar mans, sum stóðu við vegin og skrivaðu í blokkar. Hann visti ikki, hvat ein referentur var, men skilti, at menninir skrivaðu niður, hvat hendi, so teir kundu siga almenninginum frá hendingini.
Hóast sjónin ikki á nakran hátt var serlig, kveikti hon áhuga hansara fyri journalistiska fakinum. Sjónin stóð ljóslivandi fyri honum nógv ár seinni, tá hann fór frá sum blaðstjóri á Politiken. Tá hevði hann kollvelt journalistiska landslagið við at gera Politiken til eina sera væl umtókta avís fyri alt fólkið og ikki bara ein lítlan skara av politikarum og meiningsskaparum. Fráfarin í 1927 fór hann at skriva sínar endurminningar, ið hann kallaði Efter Redaktionens Slutning.
Krút í penninum
Upprunaliga ætlaði Cavling sær at gerast lærari og tók eisini læraraprógv. Men journalistikkurin dró meira, og tá ein krútverksmiðja fór í luftina í Hillerød í 1882, skrivaði hann sína fyrstu reportasju í Dags-Avisen. Reportasjan vakti ans. Hon var ein blandingur av uppliving, skaldsligum flogi og neyvum fakta. Nógv ár seinni fóru tey at kalla hetta slagið av skrivihátti new journalism. Í reportasjuni lýsti hann, hvussu fólk, ið vóru ov nær við spreingingina, vórðu skrødd sundur og syft langa leið gjøgnum luftina. Hann lýsti eisini, hvar tey lendu, og hvussu beinini stungu út úr sundurskrøddu holdunum.
Cavling var tó ikki nakar kynikari. Tvørturímóti var hann sentimentalur av lyndi, og bæði sum journalistur og blaðstjóri gjørdi hann nógv burturúr at eggja fólki til at hjálpa, har tey kundu hjálpa, eisini í sambandi við vanlukkuna í Hillerød. ”Kanst tú, sum sendir klæðir til zulu-fólkið, ikki eisini hava hjarta til at geva hesum ólukkuligu fólkunum eina gávu,” skrivaði hann til lesararnar, ið eisini frættu, hvussu ein pápi hevði tikið pettini av dóttur síni uppaftur.
Tá hann var vorðin blaðstjóri á Politiken, skipaði blaðið fyri alskyns innsavningum til frama fyri borgarar á lægstu samfelagsrókum. Cavling var eisini maðurin, sum skipaði fyri, at jólatræ varð sett upp á Ráðhúsplássinum í 1914, eftir at blaðið var flutt úr Integade yvir á Ráðhúsplássið. Skuldi onkur rithøvundur heiðrast á sínum føðingardegi ella øðrum merkisdegi, skipaði hann gleðiliga fyri heiðursveitslu á Politiken, tí hann vildi vera savnandi og knýta fólk at sær – og blaðnum.
Ferðaðist víða
Politiken sá dagsins ljós í 1884, tá Edvard Brandes og Viggo Hørup, báðir Vinstra-politikarar og skrivandi menn, vóru vorðnir ósamdir við blaðstjóran á Morgenbladet og fingu fótin har. Teir báðir og Herman Meyer Bing stovnaðu Politiken. Bróðir Edvard, Georg Brandes, var eisini virkin í sambandi við stovnanina. Henrik Cavling gjørdist journalistur á Politiken í 1886 og ferðaðist víða at skriva reportasjur til blaðið. Eitt nú var hann í Berlin, París og New York.
Í Fraklandi skrivaði hann m.a. um, tá falløksin gjørdi av við ein brotsmann, og tá Eiffel-tornið varð reist. Í USA hitti hann í 1888 rithøvundan Mark Twain, sum m.a. skrivaði skaldsøgurnar um Tom Sawyer og Huckleberry Finn. Hesum hartarbeiðandi høvundanum var hann hugtikin av.
Hugtikin var hann eisini av blaðnum The World, sum var sera ágangandi at skapa nýggjar og alsamt betri søgur. Ein og hvør nýggjur dagur var ein møguleiki at sigra stórt, var hugsanin á amerikanska blaðnum. So ágangandi var blaðið at vera fyrst við tí nýggjasta, at var ein kendur maður á veg til USA, varð ein reportari sendur til havs við skipi at gera samrøðu við hann. Tá gesturin kom í land, var søgan longu almannakunngjørd. Oddamaður á The World var Joseph Pulitzer, sum størsta journalistiska virðislønin í USA eitur eftir.
Brandes og Hørup
Henrik Cavling segði fleiri ferðir, at Viggo Hørup var hansara stóra fyrimynd, og hann uppkallaði eisini ein son eftir honum. Hørup var blaðstjóri á Politiken frá 1884 til 1901. Saman við Georg og Edvard Brandes var hann við til at endurnýggja andslívið í Danmark. Teir vóru kulturradikalir realistar og naturalistar, sum gjørdu upp við nationalkonservativu hugsjónina, og Georg Brandes gjørdist heimskendur sum ein tann fremsta røddin av øllum á hesum hermótinum.
Viggo Hørup doyði í 1902 av krabbameini 60 ára gamal, men var við til at skunda undir systemskiftið í donskum politikki í 1901, sum gav fólkatinginum vald til at kjósa stjórnina heldur enn kongi. Við hesum skifti gjørdist parlamentarisman veruleiki í donskum politikki. Edvard Brandes tók við blaðstjórasessinum á Politiken eftir Hørup. Tá flokkurin Radikale Venstre var stovnaður í 1905, helt Edvard Brandes fram sum politikari í tí flokkinum og var m.a. ráðharri frá 1913 til 1920 í stjórnunum hjá Zahle.
Í hesum tíðarhvarvinum steig Henrik Cavling sum 47 ára gamal inn á blaðstjóraskrivstovuna á Politiken. Georg Brandes skrivaði fyrstu kronikkina í nýggja Politiken. Hansara pennur var bítandi hvassur, og teir høgranationalu, ið fingu koyril hansara at kenna, kallaðu hann mangan bæði ópatriotiskan og gudleysan. Brandes eigur m.a. heiðurin fyri at hava kunngjørt hugtakið intellektualitet og mong onnur hugtøk og orð í donskum máli. Fyri kúgandi nationalismu royndi hann at smíða orðið tjóðarhugmóð, men tað orðið vann ikki frama.
Høgt og heilagt kall
Politiken hevði undir leiðslu av Viggo Hørup og Edvard Brandes verið eitt meiningsskapandi blað, sum ikki beinleiðis legði dent á tíðindi. Hetta setti Henrik Cavling sær fyri at broyta við at taka alinlongu meiningarnar av forsíðuni og seta stutt tíðindi á hana í staðin. Hann skapti eisini nógvar nýggjar journalistiskar teigar í blaðnum. Tá hann byrjaði sum blaðstjóri, lýsti hann, hvussu hann fataði journalistisku uppgávuna.
"Journalistikkur er eitt høgt og heilagt kall, og journalisturin skal hava eitt gott hjarta. Er hjartað gott, kennir tú eina undurfulla styrki, og arbeiðið hjá journalistinum fær innara fyllu og frískleika. Er hjartað sjúkt, verður journalisturin ein penan dag tikin av fótum av einsemiskenslu, sum fyrst ger av við persónin og síðan blaðið,” segði hann.
Hann helt ikki, at journalisturin skuldi hevja seg upp um onnur ella brúka sína atgongd til fjøldina til egnan fyrimun. Heldur ikki skuldi journalisturin vera so smáligur, at hann ikki tordi at viðganga mistøk.
”Hægsta idealið er at útinna rættvísi mótvegis teimum smáu og teimum stóru. Í okkara tíð er journalistikkurin ikki amboðið, men málið. Vit skulu ikki vera nakað. Vit stremba hvørki eftir at fáa viðurkenningar, heitir ella embætir. Hevur eitt blað gjørt seg inn á ein mann, skal tað seta eina æru í at geva honum eina almenna umbering. Kann eg í verki gera hetta, sum eg havi víst á, fer hetta blaðið, um tað annars hevur sama støði sum tann vanliga journalistiska menningin, at gerast sterkasta blaðið her á landi," spáddi hann.
Rætt fekk hann. Upplagið hjá Politiken gerandisdagar øktist úr 22.000 í 1905 upp í 75.000 bløð í 1924. Sunnudagar vórðu seld uppaftur fleiri bløð. Ongin ivi var um, at Henrik Cavling var høvuðsatvoldin til hesa framgongd, men hann var ikki einsamallur um verkið, tí fleiri góðir skribentar vóru á blaðnum, og avgerandi var eisini, at kendir kronikørar stuðlaðu honum, eitt nú Johannes V. Jensen og Georg Brandes. Emma Gad, sum skrivaði klassikaran Takt og Tone, var eisini virkin við einum teigi, ið var ætlaður kvinnum.
Georg Brandes skrivaði nógvar kronikkir í Politiken, til hann doyði í 1927, og Cavling virdi hann upp um skýggini. Tá Brandes gav ilt av sær, tí Cavling ikki hevði prentað hansara kronikkir nóg skjótt, kundi hann minna Cavling á, at hann var tann, sum hevði verið við til at stovna blaðið, og so var hann haraftrat heimskendur. Cavling legði seg sum oftast flatan og royndi at kyrra Brandes, tí hann vildi ikki, at gullfuglurin í donskum andslívi skrivaði í onnur bløð.
Tíðir broytast
Lítið man vera at ivast í, at Henrik Cavling fekk íblástur til at endurnýggja Politiken úr USA. At norsk og svensk bløð fóru at eftirlíkna Politiken eftir 1905, var eyðsýnt. Tá Cavling doyði í 1933, skrivaðu fleiri norðurlendsk bløð, at hann var maðurin, sum flutti tey tungu og ofta partapolitisku bløðini yvir í eina nýggja tíð. Cavling staðfesti eisini, tá Politiken fór at hava radioavís um telefonina, at útvarp var framtíðin.
Framtíðin skuldi bjóða so mangt aftrat útvarpi, eisini sjónvarp og internet, og serliga internetið hevur rakt tann fyrr so máttmikla blaðheimin sum eitt sleggjuslag. Eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi er gratisavísir, sum summi hava kallað tær nýggju omnibus-avísirnar, samstundis sum tær gomlu avísirnar hava lagt seg eftir at skriva bakgrundstilfar og hýsa kronikørum og bloggarum í hópatali. Sosialir miðlar hava eisini trýst siðbundnu miðlarnar at hugsa nýtt, og hvat Cavling hevði hildið um fake news, vita vit ikki, men suffað hevði hann ivaleyst.
Kanska hevði hann kortini staðfest, at um so tíðin er nýggj, fúna grundleggjandi journalistiskar dygdir ikki, tí so trupult man ikki vera at skilja ímillum lygn og sannleika, lótir og dygd og lættisopp og mentan. Cavling-virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1944. Hon verður latin enn, og onki kann gleða danskar journalistar meira enn at fáa júst hesa virðislønina. Amerikanska Pulitzer-virðislønin varð fyrstu ferð latin í 1917, eftir at Joseph Pulitzer var deyður nøkur á frammanundan. Pulitzer læt sjálvur fyrstu pengarnar til virðislønina.
Persónar í greinini
Henrik Cavling 1858-1933
Georg Brandes 1842-1927
Edvard Brandes 1847-1931
Viggo Hørup 1841-1902
Emma Gad 1852-1921
Joseph Pulitzer 1847-1911
Greinin byggir á bókina ”Journalisten – en biografi om Henrik Cavling", sum Sven Ove Gade skrivaði í 2009
Mynd: Cavling-heiðurslønin er hægsta viðurkenning, ið verður latin donskum journalistum