Hetta er fyrsti veruligi kavadagur her á okkara leiðum í Danmark. Í morgin er so fyrsti várdagur, og sum sagt verður í bókini um Lítla Prinsin, so er tað týdningarmesta tað, ið er ósjónligt fyri eygað
Vælkomin til várið, sum vit ikki í løtuni kunnu síggja, men kunnu gleðast um, nú alt er við spretta. Vit kunnu ikki annað enn gerast várglað, tá ið vit síggja tær fyrstu blómirnar koma upp úr moldini.
Alt er yin og yang. Náttúran hevur ligið køld og myrk í dvala, og trøini hava verið ber. Skjótt fer náttúran at vísa okkum tað ósjónliga og vakra – blómur við undurføgrum vakurleika av litum.
Eg havi altíð elskað at hava blómur í einum vasa heima hjá mær. Í løtuni er rákið innan innrætting eisini at hava nógvar blómur og plantur inni. Eg eri fjeppari av hesum rákinum. Mær dámar væl at fáa náttúruna inn í heimið. Tann góði angin, litirnir og blómurnar, sum hvør setir sín serliga dám inni í stovuni.
Blómur eru orkugevandi
Blómur geva eina serliga orku. Hvør blóma hevur ein serligan týdning fyri okkum, stendur í eini bók, sum eg eigi. Sjálv dámar mær best eitt blómutyssi, ið er eitt sindur tilvildarligt.
Vit kenna øll orðatakið, at vegurin til hjartað hjá manninum er ígjøgnum magan. Blómur eru so ein snarvegur til hjartað hjá kvinnuni, ljóða royndirnar. Har tað eru nógvar blómur, eru kvinnurnar glaðar. Og har tað eru glaðar kvinnur, eru eisini glaðir menn.
Blómur geva okkum eina góða kenslu, sum vit ikki altíð duga at fáa eyga á og seta orð á, men bert kenna á okkum eins og náttúran hevur ta serligu ávirkan á okkum.
Mær dámar sera væl tær skiftandi árstíðirnar. Júst nú liggur kavin so reinur og vakur uttanfyri. Eg siti í stovuni og skrivi. Stearinljósini blaktra, og eg eri eins og býflugan so hugtikin av teimum angandi blómunum inni í stovuni.
Mynd: Páskaprýði
Vitja ein blómuhandil
Hevur tú brúk fyri íblástri og gleði, kanst tú altíð vitja ein blómuhandil. Ein slíkur, sum eg altíð havi verið hugtikin av, er Bang & Thy, sum liggur í hjartanum av Aarhus.
Tað finnast ikki fleiri blómuhandlar í Aarhus eins og Bang & Thy. Tað er sum at koma inn í eitt ævintýr at trína innar hjá Bang & Thy.
Eg havi gjørt eina avtalu við Dean Bang Thy, eigarin av blómuhandlinum, um at fáa eitt prát um blómur og plantur.
Eg fari altíð at hugsa um kenda danska rithøvundan Karen Blixen, tá eg eri inni í Bang & Thy. Hon hevði serligan tokka fyri blómum og náttúruni. Men tað er ikki bert hennara áhugi fyri blómum, ið fáa meg at hugsa um Karen Blixen. Eigarin, Dean Bang Thy, minnir meg ikki sørt um danska rithøvundan, sum gjørdi uppreistur og noktaði at gera, hvat ein væntaði av eini kvinnu á hennara døgum.
Gingið egnar leiðir
Dean hevur eisini gingið sínar egnu leiðir. Áðrenn hann var 20 ára gamal hevði hann latið upp sín fyrsta blómuhandil. Hansara eldhugi fyri blómum byrjaði longu, tá hann var 14 ára gamal og var í skúlapraktikk í einum blómuhandli. Stutt eftir byrjaði hann í læru í einum blómuhandli, men gavst skjótt, og longu árið eftir byrjaði hann sín egna blómuhandil. Í 2004 lat Dean handil upp í Århus.
Dean er fegin um, at eg samanberi hann við Karen Blixen. Hon elskaði eins og Dean allar blómur og plantur og setti tær saman, sum hon hevði hug til. Tey hava bæði ein alsk fyri stilleben, ið eru plantusamansetingar við alskyns lutum úr náttúruni, har blómur, fruktir, greinar og annað tilfar verður blandað saman.
Tað hevur nógv at siga fyri Dean, at hann gevur sær loyvi at ganga egnar leiðir, eins og Karen Blixen gjørdi, men hann heldur tó, at hon var djarvari og fírdi nógv minni fyri nøkrum, enn hann hóast alt ger.
Mynd: Knokkuplantur eru nógv frammi nú
Ongar reyðar rósur
Fyri Dean hevur estetikkur nógv at siga. Bæði blómur og plantur skulu vera av bestu góðsku og taka seg væl út. Hóast honum dámar allar flestu blómur, so eru reyðar rósur tó ikki nakað, hann hevur í handlinum – undantikið á Valentine-degnum. Hann heldur eisini, at kaktusplantur alt ov leingi hava verið móti. Nú er rákið tíbetur við at venda.
Bang & Thy er kendur fyri at selja sjáldsamar plantur. Til dømis hava tey beint nú knokkuplantur, ið helst skulu vera so gamlar sum gjørligt, tí tess virðismiklari eru tær.
Handilin merkir eisini, at rákið innan innrætting er at hava nógvar plantur í heiminum. Áður seldu tey meiri avskornar blómur, men hesi seinnu árini er sølan av plantum vaksin heilt nógv.
Bang & Thy er ein úrvals blómuhandil. Tey eru sera kræsin um, hvørjar blómur og plantur, tey vilja hava at selja. Bert tað, sum teimum sjálvum dámar, sleppur inn í handilin.
Dean nevnir kenda blómumannin Tage Andersen í Keypmannahavn sum eina stóra fyrimynd fyri seg og sín handil. Men ein túrur í skógina gevur honum eisini ómetaligan stóran íblástur.
Hann leggur lítið í at fylgja við rákum á talgildum miðlum. Í roynd og veru heldur hann, at eitt nú bloggarar hava alt ov stórt vald á fólki, og hvat tey skulu velja av til dømis plantum. Hann heldur, at hesir bloggarar geva teirra tilmæli uttan veruliga at vita, hvat tey tosa um. Um so var, at eg ikki kom frá einum tíðindablaði, so hevði hann neyvan viljað tosað við meg.
Gera fólk glað
Visjónin hjá Bang & Thy er greið. Hon er at gera fólk glað, tá tey trína inn í handilin og at hava glað viðskiftafólk. Hetta skal gerast uttan at missa tað jútska fótafestið, sum handilin eisini byggir á.
Sjálvt um handilin er ein úrvalshandil og prísirnir eru í hægra endanum, so eru øll vælkomin innar, hóast tey hava múgvandi viðskiftafólk, ið koma langa leið at keypa frá teimum.
Eitt undrast Dean yvir, og tað er, hvussu lítið fyritøkur og arkitektar leggja í blómur, hóast tey hava onkrar fyritøkur, sum tey javnan lata blómur til. Hann skilir ikki, hví fyritøkur ikki gera meiri við at fáa blómur og plantur inn, tá ein veit, hvussu stóran týdning hesi hava fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. Sama ger seg eftir hansara tykki galdandi fyri arkitektar. Teir áttu at lagt seg eftir at hugsa blómur og plantur inn í bygningar í nógv størri mun, enn tað verður gjørt.
Gávan við at hava ein blómuhandil er ikki bert at gera fólk glað. Dean er eisini fegin og takksamur um at sleppa at arbeiða við sínum litinskapi, tað sum hann hevur allarstørst tokka fyri.
Mynd: Bang & Thy er sum at vera í einum ævintýri