Kim Yo Jong, ið er systir til norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-Un, verður partur av norðurkoreansku sendinevndini, ið fer við til OL í Suðurkorea, ið byrjar seinni í hesu vikuni.
Sambært CNN er hetta fyrstu ferð, at ein úr norðurkoreansku Kim-familjuni vitjar grannalandið sunnanfyri.
30 ára gamla Kim Yo Jong er sambært tíðindastovuni AP ein av teimum, ið Kim Jong-Un hevur størst álit á.
280 limir eru í norðurkoreansku sendinevndini. Millum hesi eru 229 eggjarar, 4 umboð fyri olympisku nevndina hjá Norðurkorea, 26 taekwondo-venjarar og 21 tíðindafólk. Sambært BBC komu tey til vestara markið millum Norður- og Suðurkorea í nátt klokkan 00.26, føroyska tíð. Sendinevndin kom til Suðurkorea í ferju.
Tá Olympisku Leikirnir verða settir fríggjadagin, fara Norður- og Suðurkorea at ganga undir einum flaggi. Harafturat hava londini gjørt av at luttaka við einum felags kvinnuligum íshockeyliði, ið skal kappast í vetrarleikunum í suðurkoreanska býnum Pyeongchang.
Hetta er triðju ferð, at Norðurkorea hevur sent eitt eggjanarkór til Suðurkorea síðan Korea-kríggið, ið endaði í 1953.
Norður- og Suðurkorea hava fyrr luttikið í setanini av olympisku leikunum undir einum flaggi, seinast var undir vetrarleikunum í Torino í Italia í 2006. Hetta er tó fyrstu ferð, tey senda eitt felagslið til leikirnar.
Kelda: DR