Hesa vikuna hevur sýriska stjórnin dripið yvir 500 sivil fólk við bumbuálopum í býnum Ghouta, nærindis Damaskus, skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Millum offrini teljast 121 børn, sigur mannarættindafelagsskapurin, The Syrian Observatory for Human Rights (SOHR), sum hevur eftirlit við stríðnum.
Við stuðuli úr Russlandi, hava løgreglulið hjá sýrisku stjórnini uttan íhald bumbað umráðið síðan sunnudagin í síðstu viku.
ST Trygdarráðið stríðist við at semjast um eina loysn um vápnarfrið. Fundur í Trygdarráðnum verður í næstum.
Hvussu álvarslig er støðan í Ghouta?
Sambært SOHR vórðu 29 sivil dripin í gjár, og hækkaði talið av deyðum tí upp um 500 fyri hesa seinastu vikuna. SOHR søgdu eisini, at bumburnar fullu úr bæði sýriskum og russiskum flogførum - Russland noktar tó at hava tikið beinleiðis lut í álopunum.
Haraftrat eru áleið 393.000 fólk innibyrgd, orsakað av bumbunum.
Virksemið á nógvum sjúkrahúsum er niðurlagt síðani sunnudagin í síðstu viku, hava hjálparfelagsskapir boðað frá.
Sýriska stjórnin heldur uppá, at endamálið er ikki a drepa sivil, men heldur at frígera eysturpartin av Ghouta frá "yvirgangsfólki" - eitt hugtak, sum stjórnin brúkar um bæði jihadistar og vanligar uppreistrarbólkar, ið hava hertikið innlendisuppreistrarøkið.
Syndarliga støðan hjá sivilu íbúgvunum hevur skelkað heimsleiðarar. ST Aðalskrivarin, Antonio Guterres, lýsir viðuskiftini í Ghouta sum "Helviti á jørð".
Kelda: BBC News