Turkisk herlið hava hertikið "centre of the Syrian-Kurdish city", Afrin. Tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Stríðsfólk hava flaggað og tikið standmynd av kurdiskum halgimenni niður.
Endamálið við turkiska virkseminum er at sleppa av við kurdisk herlið, ið turkar meta verða yvirgangsbólkar.
Aktivistar hava boðað frá, at 280 sivil fólk hava latið lív í stríðnum, hóast høvuðstaðurin, Ankara, avváttar tíðindini.
Fyrr í morgun boðaði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, frá, at "hernaðarligar eindir úr The Free Syrian Army... hava hertikið býin Afrin í morgun".
Hann segði, at arbeitt verður støðugt við at rudda burtur spreinginám og aðrar forðanir.
"Flestu yvirgangsfólkini eru longu flýdd við halanum millum beinini", segði forsetin.
Myndir og videobrot eru komin fram av herliðum, ið hava skrætt niður eina kurdiska standmynd við einum bulldosara. Standmyndin var av jarnsmiðinum, Kawa, eitt halgimenni fyri kurdisku rørsluna.
"Hetta var fyrsta skammleysa vanhalganin av mentanini og søguni hjá Kurdiska fólkinum, síðan býurin Afrin varð hertikin", ljóðar ein fráboðan á Whatsappbólki fyri kurdiskt stýrdu Syrian Democratic Forces.
Talsmaður fyri turkiskt stýrda Free Syrian Army (FSA), Mohammad al-Hamadeen, segði, at tey møttu ongari mótstøðu, tá tey gripu inn í Afrin frá heili trimum hermótum. Tó so, hevur enska Syrian Observatory for Human Rights (SOHR) boðað frá, at turkisk og sýrisk stríðsfólk hava hertikið umleið helvtina av býnum, og regluligir samanbrestir halda fram í summum býarpørtum.
Meira kann lesast HER