Minst 100 sivil fólk, harímillum 20 børn, vórðu dripin í bumbuálopum, ið sýriska stjórnin framdi í uppreistrartikna Eystur-Ghouta umráðnum uttanfyri Damskus í gjár, tað skrivar BBC News á heimasíðu sína.
Við hesum, gjørdist mánadagurin drápmiklasti dagurin í landspartinum, síðan hann varð kringsettur í 2013.
Sýriska sivilverjan, Hvíthjálmarnar, søgdu, at bumburnar hildu fram at falla í dag, týsdag.
Eystur-Ghouta er síðsta innlendisuppreistrarøkið nærindis høvuðstaðin og er fullkomiliga umgirt av stjórnaðarligum ræðisøkjum.
Uppreistrarkervið, The Local Co-ordination Committee, hevur boðað frá, at sivil fólk vórðu dripin og særd av luftálopum í Douma, Misraba og al-Nashabiya. Bjargingarliðið, Hvíthjálmarnar, boðaðu frá, at trý fólk vórðu dripin í Misraba og fýra vórðu dripin í al-Marj í dag.
Bæði enski mannarættindafelagsskapurin, The Syrian Observatory for Human Rights (SOHR), og Hvíthjálmarnar hava boðað frá, at yvir 100 fólk lótu lív í bumbuálopunum í gjár.
Ein ST-umboðsmaður eggjar til at steðga við álopunum, tí støðan versnar alsamt, skrivar BBC News.