Sydney letur upp eftir fleiri mánaðir í "lockdown"

Koppsetingarprosentið er nú so mikið høgt, at myndugleikarnir tora at lata upp aftur fyri handilslívinum í Sydney. Í næstan fýra mánaðir hava fólk verið avmarkað til fimm kilometrar frá egnum bústaði.

Steinar Patursson
11. oktober 2021 kl. 10:51

Íbúgvar í Sydney í Australia tysjaðu út á gøturnar um midnáttarleitið í gjár, tá býurin loksins lat eitt sindur upp aftaná at hava verið stongdur í næstan fýra mánaðir.

Sambært BBC stóðu fólk í bíðirøð fyri at sleppa inn á skeinkistøð og í handlar, tá handilslívið lat upp aftur.

Almennu koronuátøkini í New South Wales hava verið rættiliga umfatandi, og íbúgvar í Sydeny hava verið avmarkaðir til at halda seg innan fimm kilometrar frá bústaði sínum. Hetta hevur havt við sær, at familjur, og fólk yvirhøvur, hava verið avbyrgd frá hvørjum øðrum.

Nú koppsetingartalið í New South Wales er komið upp um 70 prosent fyri fólk yvir 16 ár, hava myndugleikarnir gjørt av at slaka upp á koronureglurnar fyri tey í Sydney, ið eru fult koppsett, og eftir ætlan skal samfelagið lata enn meira upp, tá 80 prosent av fólkunum eru fult koppsett.

Sambært BBC hava longu 90 prosent fingið fyrra prikið í Sydney.

Stongsulin í Sydney byrjaði í juni mánaði, tá delta frábrigdið fór at gera um seg. Síðan tá hava fleiri enn 50.000 tilburðir verið staðfestir í Sydney, og 439 fólk hava latið lív.

Úr Sydney fór smittan til Melbourne og Canberra, og eisini teir býirnir hava verið stongdir.

Canberra skal lata upp aftur fríggjadagin, men væntað verður, at Melbourne er klárur at lata upp seinast í mánaðinum, sigur BBC.