- Swangah spælir á G! og teir fara at gera nógv meira burturúr framførsluni enn nakrantíð áður.
Soleiðis skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi í dag.
- Swangah Dangah smíðaði føroyska hipp hopp pallin. Áðrenn teir var rapp antin okkurt, ið einstaklingar fjasaðust við á dreingjakømrum, ella okkurt sum varð brúkt afturvið rokki.
- Útgávan “Belials synir”, var á tann hátt ein frammaná til føroyska tónleikapallin, ella kanska rættari eitt gúpp í reyvina.
- Tað er kanska trupult at ímynda sær, nú føroyski hipp hopp pallurin er dukandi og fjølbroyttur, men áðrenn Swangah var øskukalt.
- Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók.
- Fantastisku tekstirnir eru gerandismál, eitt slag av Jóanes Nielsen møtir Eminem
- Við teirra fangandi stevi og frálíka rappi noyðist tú at dansa við halanum og smalanum og gumpinum og stumpinum. Komið og verðið sett útá, skrivar G! Festivalurin.