Myndin er frá Bjargingarfelagnum á Eiði
Svumu seg í óføri við Gjógv
Bjargingarbátur mátti eftir teimum
Áki Bertholdsen
2. juli 2024 kl. 10:45
Í gjárkvøldið fóru tríggir mans ein svimjitúr við Gjógv. Teir vóru allir í vátdrakt, tá ið teir lupu út í.
Men MRCC sigur, at tað var so óslætt í gjónno, at teir sluppu ikki upp aftur. Í staðin kluvu teir uppá ein stein, men har sótu teir fastir, og sluppu ikki víðari.
Men teir fingu boð frá sær og bjargingarbáturin, hjá Vón, hjá bjargingarfelagnum á Eiði, varð boðsendur, og hann fekk menninar inn aftur í øllum góðum.
Tað gekk ein tími frá tí at biðið varð um hjálp til teir høvdu trygt á landi aftur.