Svøríki var ov stórur biti

EM hondbóltur kvinnur: Serliga eftir steðgin var munurin stórur á føroyska og svenska liðnum

Jana Mittún, sum spælir í Viborg, var føroyskur toppskjútti við fýra málum
Jóannes Hansen
12. oktober 2023 kl. 20:24

Tað endaði við 37-20 heimasigri, tá ið Svøríki í EM undankappingardysti hevði vitjan av føroyska kvinnulandsliðnum. Hálvleiksstøðan var 19-13. Tølini siga, at tað serliga var í seinna hálvleiki, at tað var munur á liðunum.

Fyrstu løtuna fylgdi føroyska liðið væl við. Tá ið 20 minuttir vóru farnir, var støðan 11-8, fimm minuttir seinni var 16-12, og fram ímóti steðginum dragnaði tað eitt sindur meiri. Tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var støðan 19-13.

Fyrstu løtuna var føroyska liðið rættiliga fokuserað, og talið á mistøkum var avmarkað.

So fekk heimaliðið í Uppsala nøkur løtt mál, men fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin hildu føroysku kvinnurnar tørn. So gekk tað skjótt, og tá ið 40 minuttir vóru farnir, vóru tað tíggju mál á muni.

Síðstu 20 minuttirnar skoraði føroyska liðið seks mál, og so endaði tað 37-20.

Føroyska liðið skal longu sunnudagin klokkan 15 aftur í eldin, tá ið Ísland verður mótstøðuliðið í høllini á Hálsi.

Svøríki-Føroyar 37-20 (19-13) - Undankappingardystur í bólki 7.

Føroyar: Jana Mittún 4, Brynhild Pállsdóttir 3, Pernille Brandenborg 3, Maria P. Nólsoy 3, Lív S. Poulsen 2, Elsa Egholm 2, Turið A. Samuelsen 1, Súna K. Hansen 1, Bjarta O. Johansen 1. 

Annika Fríðheim Petersen bjargaði 10 av 47 skotroyndum, ið er eitt bjargingarprosent upp á 21,28 prosent.