Nú er tað bara ein dystur eftir í EM kappingini í hondbólti í Týsklandi. Tað er sjálv finalan millum Danmark og Frakland. Fyrsta bríksl í henni verður klokkan 16.45.
Í dystinum um bronsuna nú seinnapartin vann Svøríki 34 – 31 ímóti Týsklandi eftir hálvleiksstøðuna 18 – 12.
Svøríki tóktist í 1. hálvleiki á veg ímóti trivaligum sigri, men enn einaferð varð staðfest, at tað kann ganga øgiliga skjótt í hondbólti.
Í 2. hálvleiki vóru sviar ikki so sannførandi, sum teir høvdu verið, og tá ið munurin støðugt minkaði, so bóru eldhugaðu týsku áskoðararnir sínar menn fram. Tað eydnaðist tó ongantíð Týsklandi at minka um munin til minni enn tvey mál. Í svenska málinum var svenski veteranurin Andreas Palicka ein sannur brandur, og Felix Claar var støðug hóttan í álopinum og var svenskur toppskjútti við 8 málum.
Heilt stóra gularótin í bronsudystinum var atgongumerki at vera við í OL kappingini í summar. Sigurin ber við sær, at Svøríki hevur kvalifiserað seg til ta kappingina saman við Fraklandi, Danmark, Argentina, Japan og Egyptalandi.
Í vár fer Týskland saman við øðrum tjóðum at kappast um tey síðstu seks plássini í OL kappingini.