Svøríki: Tey borgarligu senda áheitan til sosialdemokratarnar

Stefan Löfven hevur mist meirilutan í Ríkisdegnum og eigur at leita sær samstarv tvørtur um biðjuna, halda tey borgarligu

Ingi Samuelsen
12. september 2018 kl. 12:15

Teir fýra flokkarnir í borgarligu alliansuni í Svøríki hava nú heitt á Stefan Löfven, forsætisráðharra fyri Sosialdemokratarnar, um at koma til samrøður fyri at stuðla skipan av eini borgarligari stjórn í landinum.

Tað skriva floksformenninir, Ulf Kristerson fyri Moderaterna, Annie Lööf fyri Centerpartiet, Ebba Busch Thor fyri Kristdemokraterna og Jan Björklund fyri Liberalerna, í eini almennari áheitan, ið er prentað í Dagens Nyheter í dag.

- Vit vilja skipa eina stjórn, ið samstarvar yvir blokkarnar. Svøríki tørvar eina álítandi stjórn, skriva flokkarnir í áheitanini.

Fyrrapartin hildu floksleiðararnir tíðindafund í Ríkisdegnum, og har endurgóvu tey tað, sum tey søgdu eftir at valúrslitið var greitt sunnukvøldið, at tey vildu skipa eina borgarliga stjórn í Svøríki, tí tað er tað, sum veljarin ynskir.

Hetta siga tey framvegis, hóast borgarliga alliansan nú hevur tvey umboð færri í Ríkisdegnum, enn reyði blokkurin hevur. Tey borgarligu vísa millum annað á, at tey fingu fleiri atkvøður enn reyði vongurin.

Og tey løgdu eisini dent á, at tað framvegis er óaktuelt at taka upp samráðingar við populistiska høgraflokkin, Sverigedemokraterna, SD.

- Sverigedemokraterna fáa onga ávirkan á politikkin hjá komandi borgarligu stjórnini, legði forkvinnan í Centerpartiet dent á.

Harvið verður eisini sagt, at um tað kemur til skarpskeringar, so vita teir borgarligu flokkarnir, at teir 62 ríkisdagslimirnir hjá SD ikki á nakran hátt fara at geva Stefan Löfven sín stuðul til at halda fram sum forsætisráðharri, men heldur stuðla eini borgarligari stjórn, óansæð um tey fáa ávirkan á samgonguskjalið ella ei.

Ulf Kristersson, formaður fyri Moderaterna, sum helst verður forsætisráðharri í eini borgarligari stjórn, legði dent á, at tað eru truplar politiskar samráðingar, sum standa fyri framman, og tí kann tað væl koma at taka drúgva tíð, áðrenn ein nýggj stjórn verður skipað í Svøríki.

Enn hava Sosialdemokratarnir ikki svarað upp á innbjóðingina frá teimum borgarligu.

Á valnáttini varð eitt møguligt samstarv staðiliga víst aftur.

- Um tað eru fleiri flokkar, sum samstarva um eina stjórn, so er tað natúrligt, at tað er tann størsti flokkurin, ið eigur forsætisráðharran, segði ein avgjørdur Anders Ygeman, formaður fyri tingbólkin hjá Sosialdemokratunum, á valkvøldinum, sambært nrk.no.