Svøríki vann í kvøld fyri triðju ferð á rað í HM kappingini í hondbólti, har sviar í innleiðandi umfarinum eiga heimavøll í Scandinavium í Göteborg. Í kvøld var mótstøðuliðið Uruguay, sum er á heilt øðrum støði enn sviar. Tað sást eisini í kvøld, tí heimsstjørnurnar og HM favorittarnir úr Svøríki vunnu 47 – 12 ímóti suðuramerikonsku amatørunum.
Svenski sigurin var merkisverdur, tí tað er ongantíð áður komið fyri í gott ov væl 1500 landsdystum, at Svøríki hevur vunnu landsdyst í hondbólti fyri menn við 35 málum. Undan stórsigrinum í kvøld var metið, tá ið Svøríki í HM í 2005 vann við 33 málum ímóti Australia. Tá var úrslitið 49 – 16.
Í sama bólki var Brasil stórfavorittur ímóti Kap Verde. Brasil vann, men tað gekk akkurát. Úrslitið var 30 – 28, so har leyp ikki nógv av hjá brasiliumonnum.
Í miðumfarinum eru mótstøðuliðini hjá Svøríki, Brasil og Kap Verde Portugal, Ísland og Ungarn.
Uruguay – Svøríki 12 – 47 (8 – 25)
Svøríki: Eric Johansson 11, Hampus Wanne 10, Niclas Ekberg 6, Lucas Pellas 5, Fredric Pettersson 4, Felix Claar 2, Daniel Pettersson 2, Jim Gottfridsson 2, Linus Persson 2, Max Darj 1, Oscar Bergendahl 1, Olle Forsell Schefvert 1.