Madeleine prinsessa og maðurin Christopher O'Neill vænta barn nummar trý. Tey bæði búgva í London í Onglandi, men í næstu viku gongur leiðin til Svøríkis so Madeleine kann eiga í sínum heimlandi. Prinsessan er sett at eiga í mars mánað, skrivar Berlingske.
Madeleine hevur tað gott, men graviditeturin hevur ikki verið heilt einfaldur. Hon hevur havt pínu í rygginum, sigur Margareta Thorgren, tíðindaleiðari hjá svenska kongahúsinum.
35 ára gamla Madeleine prinsessa varð í juni 2013 gift við 43 ára gamla bretsk-amerikanska handilsmanninum Christopher O'Neill. Tey hava saman tvey børn, Leonore prinsessu, ið verður 4 ár 20. februar, og 2 ára gamla Nicolas prins. Nicolas varð føddur í Svøríki, og Leonore varð fødd í amerikanska stórbýnum New York.
Í august í fjør varð kunngjørt, at parið skuldi hava eitt barn afturat í vár.
Síðan 2012 er svenska kongafamiljan vaksin við 6 kongaligum børnum, og í mars fáa Carl Gustaf kongur og Silvia drotning ommu- og abbabarn nummar 7.