Svøríki og Finland hava nú endaliga fingið status sum innbodnir limir í Nato.
Tað var longu tann 16. mai, at svenska stjórnin boðaði frá, at landið fór at søka limaskap og tveir dagar seinni, tann 18. mai lótu bæði svenska og finska stjórnin inn umsóknina, har londini søktu um limaskap.
Mannagongdin er tó drúgvari enn so, tí øll hini londini skulu góðtaka limaskapin, og í fyrsta umfari vildi Turkaland ikki góðtaka svenska limaskapin. Her var tað serliga svenska støðan til kurdarnar í Turkalandi, sum voldi trupulleikar, men eftir samráðingar í fleiri vikur kom ein avtala upp á pláss, sum gjørdi, at eisini turkiski forsetin, Recep Erdoğan, góðtók umsóknina, og so var fyrsta stóra forðingin fyri limaskapi burtur.
Í dag varð so næsta forðingin fingin av vegnum, tá øll 30 Nato-sendiboðini vegna síni lond skrivaðu undir protokollina, og tað sum nú er eftir áðrenn Svøríki og Finland gerast fullgildigir limir í Nato er, at øll limalondini góðkenna limaskapin.
Tað er ógreitt, hvussu langa tíð henda góðkenning tekur, tað valdast mannagongdir í hvørjum einstøkum landi. Tað er tó greitt, at fyrr enn allar góðkenningarnar eru komnar upp á pláss, eru Svøríki og Finland ikki tryggjað av verjutryggingini í grein fimm í Nato-sáttmálanum.
- Eg eri varin við at meta um, hvussu langa tíð hetta tekur. Men fleiri lond hava longu gjørt neyðugu fyrireikingarnar til, at hetta kann ganga skjótt. Eg fari at heita á londini um at avgreiða hetta sum skjótast, segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, tá hann helt tíðindafund saman við Onnu Lind, uttanríkisráðfrúu í Svøríki og Pekka Haavisto, uttanríkisráðharra í Finlandi, sambært norsk miðlinum vg.no.
Sambært svenska Aftonbladet.se var Anna Lind sera væl nøgd við boðini um, at protokollin nú er undirskrivað av øllum limalondum.
- Vit hava beint nú verið partur av einum søguligari løtu. Sum framtíðar limur koma vit at vera við til at økja trygdina fyri øll limalondini, segði Anna Lind á tíðindafundinum.
Hon takkaði eisini finska starvsbróðrinum, Pekka Haavisto, fyri samstarvið í sambandi við umsóknina.
Við nýggju limalondunum fer talið av limalondum úr 30 upp í 32, og tað merkir, at vesturheimurin verður tryggari.
- Við 32 londum kring borðið koma vit at vera enn sterkari og okkara fólk verður tryggari móti størstu hóttanini móti trygdini í fleiri áratíggju, segði Nato-aðalskrivarin sambært aftonbladet.se.
Trygdarstøðan í Evropa er broytt nógv hesar seinastu mánaðirnar síðan russisku innrásina í Ukraina. Russland vil ikki finna seg í, at Nato kemur so tætt upp at sínum landamørkum, men júst innrásin í Ukraina hevði akkurát ta øvutu effektina, tí tað var hon sum gjørdi tað síðsta til, at Svøríki og Finland søktu um limaskap í Nato.
Við teimum 30 undirskriftunum er Nato nú komið heilt upp at russiska landamarkinum móti Finlandi. Og tað merkir, at verður Finland – ella Svøríki – álopið, hava Nato-londini skyldu til at verja tey. Tá limalondini hava “ratifiserað” limaskapin sjálvandi.