Svøríki telist millum HM favorittarnar, og aftur í kvøld vann Svøríki fulla úrtøku. Tað endaði 34 – 27 ímóti Kap Verde, sum telist millum pinkutjóðirnar í hondbólti. Í fyrra hálvleiki gekk tað upp á stás hjá svium, sum vóru frammanfyri 19 – 8. So vóru sviar ikki savnaðir um uppgávuna, og tað kostaði, tí Kap Verde vann seinna hálvleik við fýra málum.
Saman við Svøríki er Pólland vertur fyri HM endaspælinum, og hjá Póllandi gongur tað ikki væl. Í fyrsta umfari tapti Pólland 26 – 24 ímóti Fraklandi, og í kvøld kiksaði tað aftur hjá pólsku vertunum, sum taptu 32 – 23 ímóti Slovenia.
Svøríki – Kap Verde 34 – 27 (19 – 8)
Svøríki: Daniel Pettersson 5, Hampus Wanne 5, Jonathan Carlsbogard 4, Lucas Pellas 4, Felix Claar 3, Oscar Bergendahl 3, Eric Johansson 2, Albin Lagergren 2, Max Darj 2, Niclas Ekberg 2, Jim Gottfridsson 1, Lukas Sandell 1
Bólkur A
Montenegro - Iran 34 – 31 (19 – 16)
Spania – Kili 34 – 26 (18 – 15)
Bólkur B
Frakland – Saudi Arabia 41 – 23
Pólland – Slovenia 23 – 32 (11 – 17)
Bólkur C
Brasilia – Uruguay 35 – 24
Svøríki Kap Verde 34 – 27 (19 – 8)
Bólkur D
Portugal – Suðurkorea 32 – 24 (15 – 12)
Ísland – Ungarn 28 – 30 (17 – 12)