Svøríki hevur annað beinið í hálvfinaluni

Í kvøld vunnu sviar stórsigur ímóti Portugal

Jóannes Hansen
21. januar 2024 kl. 19:33

Svøríki tók í kvøld við 40 – 33 stórsigri ímóti Portugal eitt stórt fet fram ímóti hálvfinaluni í EM kappingin í hondbólti, sum í hesum døgum er í Týsklandi. Klokkan 19.30 hittast Danmark og Norra, og um donsku favorittarnir vinna, so verður tað greitt, at bæði Danmark og Svøríki fríggjadagin fara at spæla hálvfinalu.

Í kvøld var Svøríki frammanfyri 19 – 15 eftir 1. hálvleik, og sum 2. hálvleikur leið, var tað skjótt greitt, at Portugal hevði ongan møguleika at gera nakað við svensku favorittarnar. Ein av orsøkunum var, at svenski málverjin Tobias Thulin var øgiliga stinnur í 2. hálvleiki, tá ið hann syrgdi fyri, at Portual í meiri enn sjey minuttir ikki skoraði.

Hjá Portugal snýr tað seg um at vinna atgongumerki at vera við í OL endaspælinum, sum verður í París í summar. Portugal kappast við Eysturríki um rættin at vera við í OL endaspælinum.

Svøríki og Portugal hava ein dyst eftir í miðumfarinum. Svøríki fer at spæla grannauppgerð ímóti Norra, og Portugal fer at spæla ímóti Niðurlondum. Um tað eydnast Portugal at vinna eitt stig ímóti Niðurlondum, so verður atgongumerkið at vera við í OL endapælinum tryggjað. Hesir báðir dystirnir og Slovenia – Danmark vera týsdagin.